Fríggjakvøldið 1. juli kl. 20 verður stór dupult útgávukonsert við Guðrið Hansdóttir og Annemarie Zimakoff á Staðnum í Vestmanna.
Fyrr í mánaðinum gav Guðrið sína triðju útgávu, Beyond the Grey, út. Tónleikastílurin er nú meira fólkatónleikur og sungið verður á bæði enskum og føroyskum. Guðrið hevur vunnið heiðurin sum Ársins kvinnuligu sangari og "Ársins fløguútgávu" á Planet Awards. Annemarie Zimakoff er úr Danmark. Fløgan, sum hon gav út í 2010, The Girl Without Music, fekk sera góð ummælir, og m.a. fekk hon fýra stjørnur í tónleikablaðnum Gaffa, og tónleikur hennara er nógv spældur í donskum útvarpsrásum.