Guðrun nýggjur kommunulækni á Sandi

Sandoyar Læknadømi er nú fult mannað við kommunulæknum

Guðrun Zachariasen er sett í starv sum kommunulækni í Sandoyar Læknadømi. Tað skrivar Sands kommuna á Facebook.


Sostatt er Sandoyar Læknadømi nú aftur fult mannað, aftaná at Petur Højgaard gavst sum lækni. Hin læknin á oynni er Jóna Hansen, ið tók við hinum starvinum í læknadøminum í august í fjør.


Guðrun Zachariasen tekur við starvinum, sum Petur Højgaard hevur røkt í fleiri ár, og skrivar kommunan, at hon er kend har um leiðir, tí hon hevur áður arbeitt sum avloysari í økinum.


Guðrun Zachariasen hevur áður havt viðtalu í felags kommunulæknaviðtaluni í Miðlon í Tórshavn.