Venjarin hjá FC Barcelona, Josep Guardiola, gloppar nú dyrnar fyri, at hann møguliga fer at venja okkurt annað felag. Í einari samrøðu sigur tann 40 ára gamli venjarin, at kanska er tíðin komin til eitt skifti, tá næsta kappingarár endar.
-Næsta kappingarár verður mítt fjórða á rað í FC Barcelona, og eitt felag sum hetta skal hava gott dirvi til at hava sama venjara so leingi. Spælararnir troyttast av venjaranum og hann av teimum. Eg haldi, at mín tíð sum Barca-venjari nærkast endanum, sigur Guardiola við italska sjónvarpið Rai.
Josip Guardiola tók við sum venjari hjá FC Barcelona í 2008 eftir Frank Rijkaard, og hesa tíðina hevur felagið vunnið ikki færri enn átta heiti. Í februar longdu partarnir sáttmálan til juni í 2012.