Í september letur ein av høvuðspersónunum í punk søguni, Iggy Pop, enn eina soloútgávu úr hondum. Útgávan eitur ‘Free’ og sigst vera eitt framhald av ‘Post Pop Depression’, sum hann gav út í 2016.
Iggy Pop er ein sonn halgimynd av punk rørsluni í USA, haðani hann hevur fingið eyknevnið The Godfather of Punk, ella gudfaðirin at punk.
Í 1967 byrjaði hann yrkisleiðina sum sangari í bólkinum The Stooges. Síðani 1977 hevur hann tó eisini verið nógv frammi undir egnum navni.
Hevur nógv jørn í eldinum
Hóast 72 ára gamli punkarin hevur havt eina langa og virkna yrkisleið, hevur hann enn nógv um at vera.
Eitt nú spælir hann ein sombi í spildurnýggja filminum The Dead Don’t Die. Og í oktober mánaði kemur bókaútgávan 'Til Wrong Feels Right' á hillarnar, sum er eitt tekstasavn við forkunnugum myndum, ið varpa ljós á hansara drúgvu yrkisleiði.
Harafturat hevur Iggy Pop sítt egna kaffimerki, ið framleiðir kaffi úr indonesia. Vinningurin fyri kaffisøluna verður partvís latin vælgerandi átakinum Girls Rock Camp Alliance, skrivar tónleikamiðilin Pitchfork.