Gudjónssón-stevna í Klaksvík

Leygardagin var stór ættarstevna í Klaksvík, har eftirkomarar hjá Marino Guðjónsson

Ættarstevna

 

Talan var at kalla um altjóða ættarstevnu, tí eftirkomarar eftir Marino eru í Føroyum, Danmark og Íslandi.

Her í Føroyum hevur Klaksvík verið karmur um uppvøkstrinum hjá størsta partinum av familjuni, og tí var tað eisini upplagt, at tað var Skálin í Klaksvík, sum var karmur um ættarstevnuna, sum nøkur í familjuni høvdu tikið stig til.

Dagurin byrjaði við gudstænastu í Christianskirkjuni, áðrenn vitjað varð á grøvini í gamla kirkjugarðinum.

Síðani savnaðust fólkini í Skálanum, har kunning um ættina var á skránni, meðan børnini fingu loyvi at spæla í góðveðrinum. Og Skálin var so esini karmur um veitsluna, sum varð hildin leygarkvøldið.