Tað er ein sjónliga móð Ingun Hentze, sum kemur at práta við meg eftir framførðsluna av »Skattaoynni« í ovaru fimleikarhøllini í Kommunuskúlanum í Havn. Í dag hava tvær framførðslur verið, sum vara umleið hálvantriðja tíma hvør, so tað er einki at siga til, at møðin nú byrjar at gera vart við seg.
Okkurt skal henda
Ingun, sum er samskipari av leikinum, og sum tí eisini hevur høvuðsábyrgdina, greiðir frá, at tað heila byrjaði við, at Hanus Joensen, skúlastjóri í Kommunuskúlanum, spurdi hana, um tað ikki hevði verið eitt gott hugskot at farið at sett ein leik upp.
? Tað botnaði í, at vit trongdu til, at okkurt annað og spennandi skuldi henda. Og so var tað var kanska eitt sindur inspirerað av sangleikinum um Jósef, sum eisini var heilt ótrúliga flottur, greiðir Ingun frá.
Hon sigur, at hon hevði góðan hug at standa fyri verkætlanini, men hon setti eina treyt. Tað var, at tey, sum skuldu vera við, skuldu veruliga tíma tað. Tí ein slík verkætlan krevur so nógv, at um hugurin ikki er har, gerst tað sera tungt.
? Beint eftir summarfrítíðina settu vit lýsingar upp, og bjóðaðu øllum, sum høvdu hug og sum gingu í framhaldsdeildini, at vera við í leikinum. Tá avtornaði, høvdu vit yvir 50 fólk við, so tað var ikki so galið, sigur Ingun.
Seinast í august byrjaðu tey at venja. Tey vandu fyrst atskild, soleiðis, at tónleikararnir vandu fyri seg, dansararnir fyri seg, og ymsu senurnar vóru eisini vandar fyri seg.
? Fyrstu tíðina var tað kanska nakað forvirrandi fyri leikararnar, tí tey fingu ikki alt leikritið. Tey høvdu bert avrit av tí partinum av leikinum, har tey sjálvi vóru við. So tað var torført fyri tey at síggja eina heild í tí. Tað var eisini ringt at fáa alt at passa saman, tá vit so vandu allan leikin ígjøgnum við øllum. So seint sum í fyrradagin tók tað okkum 8 tímar at koma ígjøgnum leikin. So tað hevur verið sera strævið til tíðir, sigur Ingun.
Leikurin, sum er ein sangleikur, hevur bæði leikarar, dansarar, kór, blásarar (kornettir, saxofonir, klarinettir o.a.) og eitt orkestur. So tað er ikki bara-bara at fáa alt at passa saman.
Stór undirtøka
Ásannast má, at undirtøkan fyri leikinum hevur verið framúr góð. Útselt er til so gott sum allar sýningar, og eykasýningin er eisini fult bookað. Skriv eru send út til allar skúlar í Føroyum um leikin. Um lærarar eru áhugaðir at koma við einum flokki, skulu teir melda til á skrivstovuni í Kommunuskúlanum. Kostnaðurin er 20 kr. pr. Høvd, sum skal dekka tær útreiðslur, sum hava verið av at leiga ymiskan útbúna.
? Eg satsaði eitt sindur, tí eg slóð tað stórt upp. Hugsað tær, um vit ikki vórðu klár til premieruna? Tað var eisini uppá eitt hangandi hár, at vit fingu samskipað alt. Vit hava vant og vant alt vikuskiftið, fyri at fáa tað at koyra, sum tað skal. Men nú eri eg eisini nøgd. Hetta er ikki Jósef, men tað var eg eisini greið yvir, at tað ikki fór at blíva. Hetta er ein fólkaskúli, og tey gera tað so gott sum tey kunna. Tað eru sjálvandi altíð ting, sum man kundi hugsað sær vóru eitt sindur betur, t.d. ljóðið, men tað gerst so ikki við, sigur Ingun.
Tvey hundrað fólk sleppa inn í senn, og tær umleið 10 sýningarnar eru longu fult bookaðar. Ein eykasýning verður, men so mugu leikararnir fara aftur í skúla. Ingun sigur, at tað merkist, at næmingarnir eru frustreraðir, tí teir eftirhondini hava mist nógvar skúlatímar.
? Vit hava arbeitt í tímunum, nakrar seinnapartar og eisini í vikuskiftinum. So tað er deiligt fyri okkum øll, at tað eisini er áhugi fyri at síggja leikin.
Tað eru tó ikki bert sjón? og tónleikararnir, ið hava verið í sving. Leikurin hevur sanniliga eisini verið tvørfakligur. Handverksbreytin og sjóvinnubreytin hava gjørt rekvisittir, húsarhaldsbreytin er eisini inndrigin, við tað, at tey fríggjdagin fara at gera døgverða til øll í leikinum og tey gjørdu kakur og kaffi til premieruna. Eisini nógvir lærarar hava verið við, m.a. við at gera búnar, pall og at skipa fyri dansinum, sum er í leikinum. Eisini hava tey fingið hjálp frá MáF.
? Eg visti, at tað ikki fór at vera Jósef, men eg vildi allíkavæl, at tað skuldi vera betri enn jólasjónleikurin, sum plagar at vera á hvørjum ári. Og tað haldi eg eydnaðist, sigur Ingun at enda.