Fyritreytir vera ymiskar í Gundadali í morgin. HB hevur tryggjað sær silvurmerkini, og um tað fer at vilja heilt væl til, so kann talan gerast um gull. ÍF hevur annað beinið í 1. deild. Um teir fáa øll stigini, so er møguleiki fyri, at teir fara at bjarga sær rættin at halda fram í Formula deildini.
Í HB eru allir spælararnir tøkir. HB hevur ikki tapt ellivu tær seinastu ferðirnar í landskappingini ella síðani Rógvi Jacobsen kom aftur úr Íslandi.
- Vit eru sera væl nøgdir við kappingarárið. Serliga síðani Rógvi kom aftur, hevur tað riggað væl. Ímóti ÍF fara vit at arbeiða hart fyri at vinna. Vit rokna við, at úrtøkan verður silvur, men sjálvandi fara vit at fylgja við í, hvussu tað fer at ganga hjá klaksvíkingum á Eiði, sigur Jákup á Borg í HB.
Í ÍF er Bartal Eliasen tøkur aftur eftir, at hann var leikbannaður ímóti EB/Streymi. Tórður Lervig er eisini tøkur aftur eftir skaðasteðg. Ivi er um Høgna Zachariassen. Orsaka av trupulleikum við rygginum noyddist hann tíðliga av vøllinum ímóti EB/Streymi. Høgni hevur ikki vant í vikuni, men tað verður vónað, at hann verður førur fyri at spæla í morgin.
- Vit fara á vøllin fyri at vinna øll stigini,og vit rokna við, at um tað fer at eydnast, so fara vit at halda fram í bestu deildini. Vit rokna tað rættuliga sannlíkt, at B68 og VB/Sumba fara at fáa tað torført í Runavík og á Skála, heldur Høgni Zachariassen í ÍF.