Gullbrandur og Sandnes vunnu á útivølli

Sandnes ULF liggur á einum fimta plássi í næstbestu norsku fótbóltsdeildini

Gullbrandur í Horni Øregaard fekk eitt lítið korter av spælitíð, tá hann og liðfelagarnir í Sandnes ULF í dysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini vunnu 2-1 á Ranheim á útivølli.

 

Fimm minuttir undan steðginum legði Ranheim seg á odda 1-0. Espen Berger javnaði til 1-1 við einum brotssparki í 63. minutti. Tveir minuttir seinni skoraði Ingvard Halgunset sigursmálið hjá Sandnes.

 

Í uppflytingarstríðnum er tað skipað soleiðis, at nummar eitt og tvey flyta beinleiðis upp í bestu deildina. Nummar 3, 4, 5 og 6 spæla Play Off dystir um uppflyting.

 

Sandnes ULF er nummar fimm í deildini við 43 stigum. 

 

Komandi mánakvøld tekur Sandnes ULF móti Grorud á heimavølli.