Upptakt
Vinnur HB grannauppgerðina móti B36 sunnudagin, og Skála samstundis missir stig móti KÍ, hevur 100-ára føðingardagsbarnið tryggjað sær triðja føroyameistaraheitið á rað.
Sum ein finala
Tá ið HB tryggjaði sær meistaraheitið í fjør var tað við at vinna á júst B36, og HB-liðskiparin, Rúni Nolsøe, at teir ætla at gera tað sama í ár. ? Vit ætla okkum at avgerða kappingina sunnudagin, og vit eru øgiliga uppsettir upp á at vinna dystin, sigur hann. ? Talan er í veruleikanum um eina finalu, ið vit skulu vinna, tí annars kann panikkur koma í, og vit hava sera truplar dystir eftir, sigur Rúni Nolsøe.
HB-liðskiparin er sannførdur um, at spælir HB upp til sítt besta, so vinna teir dystin sunnudagin, tí teir hava eitt betri lið enn B36 eftir hansara tykki, og hann vónar at styrkismunurin kemur til sjóndar sunnudagin. ? Vit hava havt eina stammu á liðnum seinastu trý árini, men í ár hava vit fingið nakrar leikarar, ið hava gjørt tað framúr, og eg haldi, at liðið í ár er tað sterkasta seinastu trý árini, sigur Rúni Nolsøe. Miðvallarin hjá oddaliðnum heldur, at talan hevur verið um eitt ótrúliga gott ár hjá HB. ? Vit hava vunnið Atlantsbikarið og Løgmanssteypið. Nú manglar bert føroyameistaraheitið, og tað ætla vit at tryggja okkum sunnudagin við eitt sindur av hjálp frá klaksvíkingum, sigur Rúni Nolsøe.
Spurdur hvussu tað ber til, at HB hevur so mikið greiða leiðslu í landskappingini, sigur Rúni Nolsøe, at tað eru tað helst fleiri orsøkir til. Hann heldur, at HB-liðið í ár er sterkari enn undanfarnu árini, og harafturat eru fleiri av hinum liðunum kanska eitt vet veikari, enn tey hava verið. ? Vit hava eisini verið rættuliga støðugir, tí vit hava ikki tapt síðani í fyrsta leikumfarinum, meðan hini liðini hava verið eitt sindur meiri óstøðug, sigur HB-liðskiparin.
Allir mans tøkir
HB tykist hava alt sítt fólk tøkt til dystin sunnudagin. Heine Fernandez og Vagnur Mohr Mortensen hava verið eitt sindur smáskaddir í vikuni, men Rúni Nolsøe roknar fyri vist við, at teir báðir verða klárir til brakið sunnudagin.
Tá ið vit spyrja Rúna, um teir hava gjørt klárt til gullveitslu í HB-húsinum sunnukvøldið, sigur hann avgjørdur, at tað hava teir ikki. ? Vit hava gjørt greitt, at tað als ikki verður hugsað um nakra sum helst veitslu, fyrr enn gullið er í hús, men gerast vit meistarar sunnudagin, so ivist eg ikki í, at tað verður veitsla sunnukvøldið, sigur hann.
Óvanlig støða hjá B36
Venjarin hjá B36, Jóannes Jakobsen, er í einari óvanligari støðu undan brakinum í Gundadali sunnudagin. Tað er nevnliga so, at hann fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum hevur alt fólkið hjá sær tøkt til ein dyst. Tó er Niels Joensen farin av landinum í lestrarørindum, og hann verður ikki at síggja aftur á liðnum í ár.
Ein av teimum, ið hevur leikt nógvar av hesum grannauppgerðunum fyri B36, er liðskiparin John Petersen. Hann fegnast um, at B36 hevur alt fólkið tøkt til dystin móti grannunum, og landsliðsmaðurin er sannførdur um, at B36 kann útseta gullveitsluna hjá HB.
? HB hevur verið øgiliga støðugt í ár, men eg ivist ikki í, at sýna vit rætta hugburðin, og megna vit at fáa okkara spæl at koyra, so kunnu vit spæla fult upp til HB, sigur John Petersen. B36-liðskiparin viðgongur tó, at teir ikki trúgva uppá, at tað ber til at taka FM-heitið frá HB, men skuldi tað óhugsandi hent, so taka teir í B36 gleðiliga ímóti, sigur hann.
Í fyrra dystinum millum liðini vann HB ein greiðan 5-2 sigur, og John heldur, at dysturin í morgin skal prógva, at munurin millum HB og B36 ikki er so stórur. ? Vit taptu rímuliga stórt í fyrra dystinum, og vit vilja tí gera nógv fyri at vinna hendan dystin, sigur hann og leggur afturat, at teir tó ikki vænta at fáa nakað forerandi frá grannunum.
Nú FM-møguleikin eftir teirra tykki er rokin, miðja teir í B36 ímóti at tryggja sær atgongumerki til Europa. John Petersen sigur, at megna teir tað, kann árið í ár metast sum góðkent hjá árstalsfelagnum.
Síðsta grannauppgerðin hjá John
Dysturin millum HB og B36 sunnudagin verður samstundis síðsta grannauppgerðin hjá B36-liðskiparinum. John Petersen og familjan flyta av landinum í næstum, og væntandi ganga tað nøkur ár, áðrenn tey aftur verða at síggja á klettunum.
? Eg fari niður í komandi mánaða, og hetta árið er óivað mítt seinasta í fremstu føroysku fótbóltsdeildini. Man skal sjálvandi aldrin siga aldrin, men dysturin sunnudagin verður óivað mín seinasta grannauppgerð í Havn, sigur John Petersen.
Tey flestu munnu verða samd um, at nú John Petersen ikki longur verður at síggja í føroyskum fótbólti, missir heimliga kappingin helst størsta profilin seinastu mongu árini. Trupult verður hjá leiðsluni hjá B36 at finna ein nýggjan mann at seta inn fyri John, men óivað er leitanin langt síðani byrjað.
Hvussu verður við fótbóltinum, tá ið John er komin til Danmarkar, dugir landsliðsmaðurin enn ikki at siga, tí fyrst ræður um at fáa spælt heimligu kappingina lidna, og allarfyrst stendur grannauppgerðin móti HB fyri durðum.