Gullvinnararnir fingu fult

1. DEILD: B71 noyddist úr Leirvík og suður aftur við 2-1 tapi

Á besta liðnum hjá Víkingi eru fleiri ungir og dugnaligir spælarar. Í dag vann næstbesta liðið hjá Víkingi á heimavøllinum uppi á Brekku í Leirvík 2-1 ímóti B71 eftir 1-0 í fyrra hálvleiki.

Á liðnum hjá Víkingi vóru fleiri ungir og evnaríkir spælarar.

Ein av ungu monnunum, 16 ára gamli Jákup Andrias Thomsen, setti hol á longu í triðja minutti. Hetta var triði dysturin hjá honum á næstbesta liðnum, og hetta var aðru ferð, at hann taldist millum málskjúttarnar. Fyrsta málið skoraði ann 6. oktober í fjør,  tá ið Víkingur við 4-2 sigri ímóti teimum næstbestu hjá HB tók stórt fet fram ímóti gullinum.

Tíggju minuttir eftir steðgin økti ein annar av ungu monnunum um leiðsluna til 2-0. 20 ára gamli Rani Hansen skoraði, og 18 ára gamli Aron Jarnskor Ellingsgaard átti uppleggið.

B71 minkaði um munin til 2-1, tá ið tað restaðu 17 minuttir. Málskjútti var ein tann royndasti maðurin í føroyskum fótbólti. 42 ára gamli Clayton Soares, sum er liðformaður hjá B71, setti bóltin í málið. Uppleggið átti Joel Vazquez, sum fyri fyrstu ferð var á liðnum hjá B71.

Í triðja umfari skal Víkingur sunnudagin um eina viku spæla í Gundadali ímóti HB, meðan B71 fríggjakvøldið fær vitjan av B36.

Eftir tvey umfør hava bæði B71 og Víkingur trý stig.