Gult kort tendraði B36 unglingarnar

Eitt gult kort í seinna hálvleiki, har B36-unglingarnir kendu seg burturdømdar, og heldur hildu seg eiga eitt brotsspark tendraði unglingaliðið hjá B36.

 

Tað segði venjarin hjá B36, Dan Brimsvík við Trónd Arge aftaná dystin, sum var hjástadur, tá B36-unglingarnir fingu steypið handað aftaná 3-0 finalusigur á EB/Streymi.

 

Tróndur Arge tosaði eisini við Karl Martin Danielsen, sum fekk B36 á sigurskós í 73. minutti.