Gummusa sjokomuffins!

Mín besta uppskrift

250 g av sukri

2 egg

225 g av mjøli

2 tsk av vaniljusukuri

1,5 spsk av kakao

2 tsk av bakipulvri

1,75 dl av mjólk

150 g av margarini



Glaring:

100 g av myrkri sjokolátu

eitt sindur av róma


Set ovnin á 200 hitastig við yvir og undirhita, ella 180 hitastig við hitaluft.

Smeltað margarinið. Píska egg og sukur væl. Blanda mjøl, vaniljusukur, kakao og bakipulvur saman. Koyr í eggjablandið. Pískað mjólk og at enda margarinið í.

Koyr deiggið í 12 stórar muffinsformar, og set í ovnin í umleið 25 min. Koyr

glaring omaná, og njót tær afturvið einum koppi av te.

Vælgagnist!