Súkkling
Tað var sera vánaligt veður leygardagin, tískil var tað ikki serliga hugaligt at byrja kappingina. Men á Toftum, har kappingin byrjaði, var veðrið so mikið hampuligt, at gjørt var av at byrja kappingina.
Undirtøkan til kappingina, sum vanliga er um 10 til 15 luttakarar, var sera vánalig. Bert fýra súkklarar vóru við. Hinvegin vóru teir bestu súkklararnir í Føroyum við, so millum teir kundi kappingin álíkavæl gerast góð.
Av Toftum til Funnings fylgdust súkklararnir. Men í brekkuni niðan á Eiðisskarð hildu Guðmundur Joensen og Torkil Veyhe eina so mikið høga ferð, at Sverri Mohr Edvinsson ikki kláraði at fylgja við. Longri uppi í brekkuni kláraði Gunnar Dahl-Olsen heldur ikki at halda hesum báðu ungu súkklarunum.
Komnir niður av Eiðisskarði, súkklaðu Guðmundur og Torkil undan Gunnari, men í Hósvík hevði Gunnar súkkla teir inn aftur. Í brekkuni niðan ú Hósvík kláraðu Guðmundur og Gunnar at rykkja seg leysar frá Torkil.
Torkil Veyhe, sum helst er sterkasti súkklarin í Føroyum, var tá so illa á holdum komin av ringa veðrinum, at hann sjálvboðin valdi at gevast. Guðmundur og Gunnar fylgdust víðari niðan á Oyggjarvegin og til Havnar.
Á Oyggjarvegnum var veðrið sera vánaligt. Nógv regn og vindur, við hvøssum hvirlum. Tað einu løtuna fingu Guðmundur og Gunnar eina so mikið harða kvirlu á seg, at teir vóru sendir i leysum lofti eftir vegnum. Báðir duttu, teir fingu tó ikki álvarsligt mein, men súkklaðu víðari.
Tað gjørdist ein endaspurtur millum Guðmund og Gunnar, sum Gunnar vann, harvið bleiv Gunnar Dahl-Olsen, sum nú er 43 ár, aftur føroyameistari í landavegssúkkling.
Sverri, sum súkklaði meginpartin einsamallur, mátti fáa hjálp á Oyggjarvegnum. Ein bilur koyrdi við síðuna av Sverra har sum hvirlurnar vóru ringast, á henda hátt slapp Sverri undan teimum ringastu hvirlunum á Norðadalsskarið. Sverri gjørdist sostatt nummar trý í kappingini.