Gunnar fekk debut fyri Víking Reykjavík - Patrik og Breiðablik snávaðu á heimavølli

Hetta gjørdist ein misjavnur dagur hjá føroyingaliðunum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini

Tað var ikki væntandi, at Gunnar Vatnhamar sum júst er komin til Reykjavíkar fyri fáum døgum síðani fór at byrja inni fyri Víking Reykjavík í kvøld.

 

Víkingur vann í kvøld í fyrsta umfarinum í Bestudeildini 2-0 á Stjørnuni á útivølli. Gunnar Vatnhamar var skiftur inn tá fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, og fekk sostatt sína debut í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Stjarnan 0 - 2 Víkingur Reykjavík

 

 0-1 Nikolaj Hansen ('31)

 

 0-2 Oliver Ekroth ('70)

 

Patrik Johannesen byrjaði inni, og Klæmint A. Olsen var ikki eingong í hópinum, tá lið teirra, Breiðablik heilkiksaði á heimavølli móti grannunum, HK. Verandi meistararnir, Breiðablik vóru greiðir favorittar undan dystinum, men tað endaði við einum ótrúligum 4-3 sigri til HK.

 

HK skelkaði Breiðablik og legði seg framum 2-0 tá bert sjey minuttir vóru farnir av dystinum. Breiðablik hevði fýra ótrúligar minuttir, har teir vendu 0-2 til eina 3-2 leiðslu. Men best sum fólk hildu, at nú fóru verandi meistararnir at knógva sigurin heim ger Breiðablik sjálvmál, og langt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði Atli Þór Jónasson sigursmálið hjá HK, ið nú eigur argingarrættin í Kópavogi. Íslendsku miðlarnir eru tó samdir um, at talan var um ein ótrúligan og minniligan fótbóltsdyst.

 

Patrik var ikki millum málskjúttarnar hjá Breiðabliki í kvøld, men hann hevði onkran góðan málmøguleika, og hann var ikki skiftur út fyrrenn ein minuttur var eftir av vanligu leiktíðini.

 

Breiðablik 3 - 4 HK

 

 0-1 Marciano Aziz ('2)

 

 0-2 Örvar Eggertsson ('7)

 

 1-2 Gísli Eyjólfsson ('74)

 

 2-2 Stefán Ingi Sigurðarson ('76)

 

 3-2 Höskuldur Gunnlaugsson ('78, brotsspark)

 

 3-3 Sjálvmál ('89,)

 

 3-4 Atli Þór Jónasson ('94)

 

Fyrr í dag leiktu Pætur J. Petersen og liðfelagarnir í KA javnleik 1-1 móti KR á heimavølli á Akureyri. Pætur byrjaði inni og fekk 61 minuttir á vøllinum í dag.