Gunnar givin í Motherwell

- Tíðin var komin til at steðga, sigur landsliðsmálverjin við in.fo í kvøld.

Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, spælir ikki longur við Motherwell í skotsku Premier League. Heimasíðan hjá felagnum skrivar, at partnarnir vóru samdir um at loysa hann úr sáttmálanum.


28 ára gamli Gunnar Nielsen skrivaði undir sáttmála við Motherwell síðani á sumri 2013 og hevur síðani tá spælt 23 dystir frá byrjan.


Dan Twardzik tók plássið frá Gunnari í fjør, og síðani George Long herfyri varð leigaður í Sheffield United, hevur Gunnar verið triðja val. Ein støða, sum sambært Gunnari ikki var nøktandi.


- Tíðin var komin til at steðga í Motherwell. Fyribils havi eg onga viðmerking um framtíðina, men tað er greitt, at eg nú sum sáttmálaleysur má finna mær eitt nýtt felag, sigur Gunnar Nielsen við in.fo í kvøld.