Mær tykir nógv fyri at minnast pápa mín í avmarkaðum orðum fest á blað og tó. Tað er ringt, tí hann hevði í sær óavmarkaði virðir og evnir sum pápi, tískil kundi eg skriva fleiri teinar um tað. Tað er lætt, tí hann sum pápi var sera einfaldur. Í atburði var hann stillur og lítillátin, bríkslaði altíð okkurt lag, tosaði nærum bert tá tað var neyðugt. Í hansara verð var eitt orð ov nógv sjáldan ein tankið ov lítið. Kortini fylti hann ómetaliga nógv í mínum lívið. Tað er tí at hann altið var hjástaddur, umsorganarfullur, fyltur við kærleika og íðin. Fram um alt annað hevði familjan størst týdning í lívi hansara, mamma, vit sjey systkini, svigarbørn og seinni ikki minst hansara 11 abbabørn. Eisini var hann trúfastur og umsorganarfullur móti systkjum sínum sum øll eru eldri enn babba, hann vitjaði og hjálpti, har sum tørvurin var hjá teimum.
Sum ungur spældi hann nógv fótbólt, hann var við á B36 liðnum sum gjørdist Føroyameistarir í 1962. Men hóast góð evnir sum fótbóltspælari gavst hann fyri at halga sær familjuna. Evnir sum tónleikari hevði hann eisini, smíðaði eisini okkurt lag men heldur ikki her var hann sjálvsøkin. Honum dámdi betur at hoyra onnur, harímillum børnini hjá sær syngja og spæla.
Í sínum starvi hjá Tórshavnar Kommunu, sum han røkti í meiri enn 40 ár, var hann arbeiðsamur, álítandi, trúfastur og vælumtøktur millum starvsfelagar.
Hann elskaði Føroyar og náttúruna, sostatt er tað hansara heiður, at eg og systkin míni hava upplivað og notið ta føroysku náttúruna, at vit hava gingið mangan túr í haganum, spælt framvið áum hava staðið á mongum tangum og nesum og fiska. Túrarnir vit hava verið á seiðaberg eru óteljandi, ein siður sum er vorðin ein fastur táttur, tá vit eru í Føroyum, sum tað yngsta ættarliðið eisini ynnar at taka lut í. Mong staðarnøvn og søgur um náttúruna lærdi hann okkum, tí tað hevði eisini hansara áhuga.
Tann kærleika hann legði í okkum og tað lívsfilosofi hann bygdi sítt lív á, hevur sín uppruna í orði Guds. Sostatt var deyðin ein vinningur fyri hann. Friður veri við minni pápa míns.
Gunnfríð