Gunnar og Víkingur Reykjavík vunnu sjeynda dystin á rað

Gunnar Vatnhamar var aftur við frá byrjan hjá Víkingi

Tað gongur framúr væl hjá Gunnari Vatnhamar og liðfeløgunum í Víkingi Reykjavík í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. 

 

Gunnar var við frá byrjan og spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir á heimavølli vunnu 2-0 á FH, ið hevur gamla HB-venjaran, Heimir Guðjónsson sum høvuðsvenjara.

 

Víkingur skoraði bæði málini tíðliga í dystinum.

 

Víkingur Reykjavík 2 - 0 FH

 

 1-0 Birnir Snær Ingason ('6)

 

 2-0 Nikolaj Hansen ('22)

 

Víkingur er fremst í deildini við fullum stigatali, 21 stig fyri sjey dystir. 

 

Komandi sunnukvøld spælir Víkingur á útivølli móti HK í Kópavogi.