Gunnar sigraði í grannauppgerð

Í gjárakvøldið var grannauppgerð millum eykaliðini hjá Manchester City og Manchester United. Dysturin verður nevndur ?a mini-derby? í Manchester.

 

Gunnar Nielsen vardi málið hjá teimum næstbestu hjá Manchester City, og eydnaðist tað Gunnari og liðfeløgunum at vinna 1-0 við einum máli, sum Alex Nimely skeyt, aftaná eina góða sending frá Greg Cunningham.

 

Tróndur Arge, sum var til dystin greiðir frá, at Gunnar hevði eitt rættiliga friðarligt kvøld í málinum. Tað einu ferðina vóru kortini boð eftir Gunnari. Febian Brandy hjá Manchester United fekk bóltin framvið Gunnari, men Greg Cunningham fekk ruddað bóltin burtur á málstrikuni.

 

Eykaliðið hjá Manchester City hevur fingið 15 stig í sjey dystum.