Gunnar: Vit høvdu tamarhald á støðuni (FM1)

(FM1) Hoyr samrøður við Gunnar Vatnhamar hjá Víkingi og høvuðsvenjaran hjá B68, Øssur Hansen um 3-1 sigurin hjá Víkingi á B68

##med2##

 

Víkingur heldur rimmarfast við annað plássið í Betrideildini, og nú manglar lítið í, at liðið úr Eysturkommunu hevur tryggjað sær eina endastøðu í topp 3, og harvið evropeiskan fótbólt komandi kappingarár. Víkingur hevur 50 stig. Teir hava 11 stig niður til B36, ið hevur 39 stig á fjórða plássi. 

 

Seinnapartin vann Víkingur 3-1 á B68 í Sarpugerði í Norðragøtu, har sigurin var grundaður við einari 3-0 leiðslu í steðginum.

 

Víkingur - B68 3-1 (3-0)

Noah Mneney 1-0 (9.)

Andreas Lava Olsen 2-0 (35.)

Jákup Johansen 3-0 (40.)

Andri Benjaminsen 3-1 (60.)

 

- Vit høvdu tamarhald á støðuni, heldur landsliðsspælarin hjá Víkingi, Gunnar Vatnhamar sum ikki heldur, at manglandi málskjótingin í seinna hálvleiki skalaði heildarmetingina.

 

Høvuðsvenjarin hjá B68, Øssur Hansen staðfestir, at brúk var fyri einum uppsangi til liðið í steðginum. Øssur kann væl liva við avrikinum í seinna hálvleiki sum var munandi betri hjá toftamonnum.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Árni Gregersen og FM1 gjørdu við Gunnar Vatnhamar og Øssur Hansen.