Tað at ein festivalur verður hildin hevur eisini positiva ávirkan á staðið, Gunnvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, metir Summarfestivalin at hava ovurhonds stóran týdning fyri Klaksvíkina.
- Persónliga eri eg sera spent upp á Summarfestivalin, nú hann verður hildin á 8. sinni. Divaz og Onnu Faroe ætli eg mær, ið hvussu so er at hoyra. Ja, og so sjálvsagt Bobby Bare, sum mær hevur dámað, síðan eg var heilt ung, sigur Gunnvá.
- Tað stuttliga við Summarfestivalinum er, at hann verður størri og størri fyri hvørt ár. Sum borgarstjóri er tað sera stuttligt at síggja. Og so fevnir hann eisini um sera fjølbroyttar aldurs- og stílbólkar, sigur Gunnvá.
- Í Klaksvík hava vit nakrar eldsálir, sum eru gull verdar. Tað eru tær, sum skapa framburð og trivna í býnum, sigur Gunnvá at enda.