Guns N´ Roses arga kinversku stjórnina

Seinasta fløgan hjá Guns N´ Roses eitur ?Chinese Democracy? Enn einaferð er staðfest, at neyvan finst ein sterkari boðberi, enn sangur og tónleikur. Hesaferð prógvað við seinastu fløguútgávuni hjá Guns N´ Roses.

 

Almenna ensktmælta blaðið í Kina, Global Times leypir beinleiðis á tónleikabólkin, Guns N´ Roses, sum hava givið eina fløgu út, sum nevnist ?Chinese Democracy?. Global Times nevnir nýggju fløguna at verða eitt beinleiðis álop á kinversku tjóðina. Tað skrivar tíðindastovan AP.

 

?Chinese Democracy? kom á amerikanska marknaðin ígjár, men fløgan verður neyvan at fáa í Kina, har staturin hevur eina jarnharða stýring tá tað kemur til filmar, tónleik og tíðindarit.

 

Global Times ákærir Guns N´ Roses og fløgu teirra ?Chinese Democracy? at verða ein partur av einari vesturlendskari samansvørjing, har roynt verður at brúka fólkaræðið til at kunna stýra heimsvaldinum.

 

Sangir úr ?Chinese Democracy? hava longu verið at hoyrt á fleiri heimasíðum í dag. Enn er óvist, um kinversku myndugleikarnir fara at steingja hesar heimasíðurnar fyri kinverska almenninginum.