Hóast ein kollfirðingur og ein hoyvíkingur vóru í uppskoti, so var tað Filip Jojic, Team Klaksvík, sum varð kosin ársins spælari hjá monnum á gallaveitslu í gjár. Tony Weyhe, KÍF, og Rógvi Sørensen, H71, sum hava verið stórspælandi í ár, vóru eisini í uppskoti.
Serbiski Filip Jojic var vandamesta álopshóttanin, sum Team Klaksvík hevði farna kappingarár. Hann var toppskjútti í bestu deildini, og tað kom tí heldur ikki óvart á, at hann somuleiðis varð kosin ársins álopsleikari.
Gurið Mortensen, VB, varð kosin ársins spælari hjá kvinnum.
Tey, sum fingu viðurkenning fyri síni avrik í farna hondbóltsárið, vóru:
ÁRSINS SPÆLARI:
Menn: Filip Jojic, Team Klaksvík
Kvinnur: Gurið Mortensen, VB
ÁRSINS STJØRNUSKOT:
Menn: Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Kvinnur: Helga Kjærbo, VB
ÁRSINS VENJARI:
Menn: Kári Nielsen, H71
Kvinnur: Marian Cirloganescu, StÍF
ÁRSINS MÁLVERJI:
Menn: Levi Nybo, Team Klaksvík
Kvinnur: Jorga, VB
ÁRSINS VERJUSPÆLARI:
Menn: Tony Weihe, KÍF
Kvinnur: Una Olsen, Stjørnan
ÁRSINS ÁLOPSSPÆLARI:
Menn: Filip Jojic, Team Klaksvík
Kvinnur: Barbara Brauer, Neistin
ÁRSINS DÓMARAR:
Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen