Eftir at Guttorm Sørensen og Bogi Lenvig hava verið lið um lið gjøgnum alla Grand Prix 2000 rennikappingina, megnaði Guttorm Sørensen at draga longra stráið í ólvasøkurennningini, sum eisini var seinasta rennikapping í Grand Prix 2000. Áðrenn ólavsøkurenningina var Bogi Lenvig á odda við 188 stigum, meðan Guttorm hevði 182 stig, so tað var eitt krav fyri Guttorm at vinna ólavsøkurenningina, um hann skuldi koma framum Boga í samlaðu støðuni.
Áðrenn kappingina hóskvøldið var spenningurin sera stórur, um hvør fór avstað við gullinum, og dramatikkurin helt sær til síðsta enda. Fólk, sum hava áhuga fyri hesi ítróttargrein, hugdu við spentum eygum hóskvøldið, og tað var eisini sera spennandi at fylgja við.
Guttorm Sørensen vísti, at hann enn er Føroya besti rennari, og hann kom á mál við tíðini 16 min. og 12 sek. Hetta var heili 18 sekund áðrenn Boga Lenvig sum gjørdist á øðrum plássi.
Sostatt uppfylti Guttorm tað krav at koma fyrstur á mál. Á vestanstevnu komu Guttorm og Bogi so at siga lið um lið inn um mállinjuna, meðan tað jú sum sagt var størri munur hesaferð.
Teir endaðu báðir við 188 stigum, men við tað at Guttorm endaði omanfyri Boga í ólavsøkurenningini, vinnur hann samanlagt og er sostatt Grand Prix 2000 vinnari.
Kappingin um triðja plássið var eisini spennandi, við tað at Cecil Weihe og Sølvi Reinert Hansen báðir endaðu við 128 stigum í samlaðu støðuni. Men eins og millum Guttorm og Boga endaði Cecil frammanfyri í ólavsøkurenningini og er sostatt omanfyri Sølva í samlaðu støðuni.
Sunnuvá endurtók bragdið
Í kappingini hjá kvinnunum var støðan júst hin sama sum hjá monnunum. Áðrenn ólavsøkurenningina var Rigmor N. Joensen á fyrsta plássi við 188 stigum, meðan Sunnuvá Bjarnastein hevði 182 stig. Krøvini vóru tey somu fyri Sunnuvá sum fyri Guttorm, og mín sann um hon ikki endurtók bragdið hjá Guttorm og vann ólavsøkurenningina og harvið Grand Prix 2000.
Sunnuvá kom á mál við tíðini 19 min. og 15 sek., og var hon átta sekund fyrr á mál enn Rigmor.
Á triðja plássi endaði Tordis Debes Eiriksfoss einsamøll við 150 stigum, meðan tað síðani er eitt stórt lop niður til restina av rennarunum. Síðani hevði nr. fýra bert 83 stig, so munurin millum topp og botn er rættiliga stórur.
Hjá dreingjum 10-13 ár vann havnarmaðurin Rani Herup Olsen, og í sama aldursbólki hjá gentum vann Ella Joensen úr Kollafirði. Hjá dreingjum 9 ár og yngri vann hoyvíkingurin Brian Vang, og hjá gentum var Sheila Magnussen úr Tórshavn fyrst á mál.
Endaliga úrslitið av Grand Prix renningini 2000
1Futtorm SørensenTreystið188 stig
2Bogi LenvigBragdið188 stig
3Cecil WeiheBragdið128 stig
4Sølvi R. HansenRoysnið128 stig
5Dia JacobsenBragdið103 stig
6A. Marni JoensenBragdið90 stig
7Niels Jákup JakobsenBragdið84 stig
8Hallur StakkstundBragdið76 stig
9Sigurd JustinussenBragdið57 stig
10Bogi JoensenTreystið54 stig
Kvinnur:
1Sunnuvá BjarnasteinBragdið188 stig
2Rigmor N. JoensenBragdið188 stig
3Tordis D. EiriksfossBragdið150 stig
4Brindis R. WeiheBragdið83 stig
5Borgarhjørt HolmBragdið82 stig
6Ann ThomsenBragdið61 stig
7Maria í SkoriniTreystið26 stig
8Jana JacobsenMiðvágur26 stig
9Guðrun PoulsenTórshavn23 stig
10Rannvá HanusardóttirBragdið20 stig
Ólavsøkurenningin -úrslit
Niðanfyri eru prentað úrslitini av teimum seks kapprenningunum, sum vóru á ólavsøku. Tíggju tey fremstu í hvørjum bólki eru á listanum, men samlaða luttakaratalið var 179
5 km, menn
1Guttorm SørensenTreystið16,12
2Bogi LenvigBragdið 216,30
3Signar RøsvigBragdið 116,34
4Cecil WeiheBragdið 117,25
5Sølvi ReinertRoysnið17,26
6Dia JacobsenBragdið 218,01
7Tony DitlevsenTórshavn18,04
8Hjalti GunnarsetinBragdið 118,06
9Sam VangOyrabakki18,09
10Hallur StakksundBragdið 218,13
5 km, kvinnur
1Sunnuvá BjarnasteinBragdið19,15
2Rigmor N. joensenBragdið19,23
3Tordis Debes EiriksfossBragdið19,42
4Borgarhjørt HolmBragdið19,57
5Bergljót BjarnasteinBragdið22,13
6Ann thomsenBragdið22,14
7Rannvá JoensenTórshavn24,24
8Brindis R. WeiheBragdið24,33
9Anna Ø. coyneUSA24,44
10Gurið JacobsenTórshavn25,09
1168 m, dreingir 10-13
1Rani Herup OlsenTórshavn3,56
2Tróndur KragestenTórshavn3,56
3Jóan Karl JeonsenKollafjørð4,14
4Jon GregersenSandavágur4,16
5Gunnar í DaliTrongisvágur4,21
6Ólavur í ÓlavsstovuTórshavn4,23
7Jónas StenbergArgir4,28
8Magnus MatrasBragdið4,37
9Rúni JohansenTórshavn4,39
10Pætur JørgensenTórshavn4,40
1168 m, gentur 10-13
1Ella JoensenKollafjørður4,21
2Helga DjurhuusTórshavn4,26
3Kristina JoensenMiðvagur4,32
4Barbara TausenHoyvík4,34
5Maria í Skorini JacobsenTreysti4,44
6Rannvá HansenSørvágur4,50
7Katrin Debes KristensenTórshavn4,58
8Rudi ZachariassenStreymnes5,02
9Maria MagnussenTórshavn5,21
10Hjørdis HarrysonTórshavn5,23
584 m, dreingir 9 ár og yngri
1Brian VangHoyvík2,13
2Jógvan Jón DavidsenTórshavn2,13
3Jan Elmar SørensenTreysti2,14
4Róaldur JakobsenTórshavn2,15
5Brian DjurhusStreymnes2,22
6Jón KristiansenTórshavn2,25
7Reidar LuidTórshavn2,25
8Jógvan Jón ÓlavssonTórshavn2,25
9Margar BergTórshavn2,26
10Niels JohansenArgir2,26
584 m, gentur 9 ár og yngri
1Sheila MagnussenTórshavn2,23
2Sára OlsenKlaksvík2,23
3Helena H. PoulsenDanmark2,32
4Maria Holm LundBragdið2,35
5Bjørg SeloyTórshavn2,36
6Helena JakobsenHoyvík2,39
7Gurðun FoldboTórshavn2,41
8Bjørk Herup OlsenTórshavn2,42
9Vár GregersenSandavágur2,46
10Maria SamuelsenHaldarsvík2,54vindur og veður,
ávirkan hevur
og sítt krevur.
Í 1899 teir nýggja kirkju byggja
fyri kirkjunnar framtíð at tryggja,
slíkt kann ei á láni liggja.
Og nú gott hundrað ár á rað
hevur hon verið og er framvegis tað
stað
har deknur lesur lestur
ella tænari er prestur.
Har tú á hvørjum halgidegi
í sorg sum í gleði
kann finna linna
ugga, og megi
í Harrans orði
og við altarborðið.
? ? ?
Latum okkum at enda minnast undanfarnu ættarlið,
sum tóku hesu mongu umrøddu stig,
vit lýsa yvir teimum Guds frið.
Samstundis takka vit tykkum, ið tóku við,
sum hildu áfram í teirra anda,
sum vanligt er her til landa.
Latum okkum saman standa
og kirkju okkara verja
mót øllum, ið á hana herja
og vilja boðskap hennara skerja.
? ? ?
29. oktober í fjør, tá kirkjan fylti hundrað,
móti tað óivað onkran undra,
at kirkjan ikki helt føðingardag,
men hetta kom tíanverri ikki í lag,
orsøkir vóru av ymiskum slag.
Men so ár 2000 -9. (nígginda) í sjeynda
vit mong í Hattarvík lenda
at minnast dagin henda.
Vit leggja serliga merki
til hetta frálíka listarverkið,
gávuna stórbæru,
kirkjuni til heiðurs og æru,
altartalvuna, ið kórveggin prýðir,
har skapanin í huga fram stígur.
Øll góð ynski um Guðs signing.
Hjartaliga tillukku.
Erland Beder