Guttorm Sørensen vann Reykjavíkar hálvmarathon

Leygardagin luttóku tríggir føroyskir rennarar í hálvmarathon-kapping í Reykjavík

 


renning



Guttorm Sørensen gjørdi bart og vann kappingina hjá monnum frammanfyri ein rennara úr Kenya og ein breta. Tíðin hjá Guttormi var 1 tíma 16,16 min.

Av tí, at runnið varð á fleiri teinum samstundis, m.a. 10 km, marathon og hálvmarathon, gjørdist Guttorm ikki varugur við, at hann lá á odda, fyrr enn hann hevði runnið einar 14 km. hann rann einsamallur næstan allan vegin Nakað av mótvindi var frá fimta til fimtanda kilometurin, men annars vóru líkindini at renna góð. Rutan var sløtt fyri tað mesta.

63-ára gamli Harry Hansen av Toftum gjørdist nummar trý í aldurbólkinum fyri 60 ár og eldri aftanfyri ein amerikanara og ein breta. Tíðin hjá Harry var 1 tími 40,17 min.

Jonhard Larsen úr Klaksvík gjørdist nummar 11 í aldursbólkinum 18-39 ár við tíðini 1 tíma 29,40 min.