Eg kann ikki vera meira ósamdur við Árna um hetta. Og sum eg skilji eru tað ikki allir bólkar í Føroya Reiðarafelag, sum eru líka fegnir um hesa atsókn.
Mín tilgongd til at leggja meg ímillum her er fyrst, at eg sum allir aðrir føroyingar smb. Lógini um vinnuligan fiskiskap eri meðeigari av føroyska tilfeinginum á sjónum og síðani, at eg í uml. 10 ár havi luttikið í sínámillum samráðingum um teir pelagisku stovnarnar – saman við Hjalta í Jákupsstovu og Jan Arge Jacobsen og “strategunum í Fiskimálaráðnum”. Eg havi verið við í so at siga øllum samráðingunum um sildina, makrelin og svartkjaftin og haldi meg vita eitt sindur um, hvat ið skal til av tíð og kreftum fyri at fáa slíkt upp á pláss. Fyri mær at síggja hava teir, ið nú rópa um at slíta hesar sáttmálar lítið innlit í, hvat ið hevur gingið fyri seg og hvørjar fylgjurnar kunnu gerast – ein katastrofa. Sjálvandi vilja vit øll standa upp fyri tí sum er rætt, men hvat er rætt? Ger Føroya Reiðarafelag ella Árni Dam tað av?
Teir persónar úr Havstovuni, sum mest hava luttikið í arbeiðinum fyri at fáa so góðar sáttmálar sum gjørligt um pelagisku fiskastovnarnar og luttikið í sjálvum samráðingunum hava fyri tað mesta verið Hjalti í Jákupsstovu og Jan Arge Jacobsen. Til samráðingar vóru vit ofta ikki sørt ernir av at hava hesi bæði umboðini við. Vit merktu ta virðing, sum teir góvu okkara sendinevnd yvir fyri hinum pørtunum. Og okkara strategar høvdu ofta verið lítið verdir, um teir ikki høvdu hesar fakliga væl ílætnu frøðingarnar undir liðini. At Hjalti so onkuntíð hevur kent seg noyddan sjálvur at spæla strategur er einki at siga hann ringan fyri. Man kann t. d. spyrja seg sjálvan um, hvar vit høvdu endað við svartkjaftinum, um ikki Hjalti hevði gjørt sítt væl kenda modell og sjósett tað á fyrsta svatkjaftafundinum í Oslo í 2000 hugsi eg tað var.
Tíverri hevur tað í nógv ár staðið illa til við strategum á hesum økinum og nú, tá ið man endiliga hevði funnið eina við nógvum førleikum og góðum evnum, skuldi hon brúkast sum ífylla í nýggja uttanríkiskassanum. Annars tosaði eg ofta sjálvur sum formaður í Felagnum Nótaskip innanhýsis um at leggja trýst á myndugleikarnar fyri at fáa ein samráðingarstovn uttan fyri aðalráðini, sum kundi brúkast til alt møguligt, men hetta kom ongantíð víðari.
Eg haldi at nøkulunda semja hevur verið í Felagnum Nótaskip gjøgnum árini, at vit hava havt eina væl virkandi og poltiskt óhefta Fiskirannsóknarstovu. Hon hevur verið holl í ráðum og ofta av sínum eintingum vent sær til okkara part av vinnuni við tilboðum av ymiskum slag sosum fyrilestrum, rapportum, hagtølum o.ø. Samstarvið hevur verið gott og gevandi fyri báðar partar.
Embætisfólk arbeiða undir ábyrgd og kunnu ábyrgdast fyri at lata nakað, sum vísir seg at vera ein skeivleiki, fara framvið.
Árni heldur tað verða skeivt, at í hesum føri Hjalti í Jákupsstovu sum embætismaður úttalar seg kritiskt um okkara fiskidagaskipan og vísir til, at í Skotlandi hevur man forboðið tílíkum embætismonnum at úttala seg um nakað sum helst. Vit kunnu so bert gleðast um ikki at vera skotar ella hava skotska lóg sum fyrimynd fyri okkara lóggávu.
Havstovan er m.a. sett á Jørðina fyri at ráðgeva okkara myndugleikum – og okkum øllum annars - um m.a. støðuna hjá okkara fiskastovnum. Um tað nú vísir seg, at hesir eru í hættisligari minking, so hevur Havstovan ella stjórin sjálvandi eina skyldu til at vísa á møguligar grundir til fyribrigdi og hvussu man møguliga kann rætta uppaftur. Og heldur stjórin, at fiskidagaskipanin ikki virkar eftir síni upprunaligu ætlan, tí at onkrar fortreytir eru broyttar og at hann heldur hetta vera atvoldina til niðurgongdina í stovninum, so er tað hansara skylda at gera vart við hetta. Hann arbeiðir undir ábyrgd og kann møguligvís ábyrgdast fyri ikki at gera vart við hetta.
Sum tað framgongur omanfyri havi eg ofta veri errin av okkara Havstovu og tí fólki, sum hevur sína dagligu gongd har. Við dugnaligari leiðslu hevur stovnurin ment seg nógv hesi seinnu árini og akkumulerað eina stóra vitan, sum meira og meira kemur okkum øllum til góðar – bæði her heima í vinnuni og í okkara altjóða samstarvi. Men stovnurin má ikki bindast niður. Hann skal vera ein livandi partur av tí livandi tilfeinginum á landi.
Gøtu 23. sept. 2009