Jesper Theilgaard, veðurmaður hjá DR, legði fram um veðurlagsbroytingar, á ráðstevnuni hjá SEV. Evnið var um veðurlagsbroytingar sum úrslit av ov stórum útlátið av dálkandi evnum.
Hann førdi fram, at veðurlagsbroytingar eisini henda av sær sjálvum, men nú er ferðin vorðin so høg á broytingunum, at Jørðin klárar ikki at fylgja við.
Tað eru nógvar náttúrligar prosessir, ið gera seg galdandi innan veður, há- og lágtrýst o.s.fr, men at hesar kreftir blívar ógvusligari við mátanum, sum vit fara um jørðina.
Tað hevur við sær ógvusligar veðurlagsbroytingar. Millum annað síggja vit nógv ógvusligari regn um okkara leiðir nú, enn vit gjørdu fyrr. Tað er fyrst og fremst vegna upphiting av jørðini, ið hevur hægri vætunøgd, ið byggir seg upp og orkan byggir seg fyrst og fremst upp í skýnum. Tað síggja vit aftur sum ógvuliga nógv regn.
Í økjum, har turkur er frammanundan, verður turkurin verri. Tað er millum annað vegna øktar heitar vindar, ið ikki flyta seg úr heita økinum.
Tað vil siga, at veðurlagið, ið ger seg galdandi frammanundan, styrkist og vit fáa ógvusligari útgávur av tí, ið vit kenna.
Jesper Theilgaard gjørdi eisini eina beinleiðis samrøðu við Lia Cruz, ið er úr Filipinunum og starvast sum veðurfólk í fjølmiðlum. Hon nevndi, at tey hava merkt eina størri nøgd av sterkum stormum, ið er eitt úrslit av veðurlagsbroytingum. Tað hevur havt negativa ávirkan á búskapin á Filipinunum, ið m.a. hevur nógvar fiskimenn og bøndur, ið ávirkast nógv av veðrinum.
Er nakað, ið kann gerast fyri at broyta støðuna? Smb. Jesper Theilgaard, so er tað komið so langt, at nú vendist gongdin ikki lætt. Tað merkir, at undirstøðukervi tilpassast til broyttu náttúrukreftirnar, ið gera seg galdandi í veðrinum. Tó kann okkurt gerast langsiktað við tøkniligu menningini, ið kann hava positivar broytingar við sær.