Gwen Stefani noktar at fyrigeva Pink

Tvær av teimum størstu poppstjørnunum í tónleikaheiminum, Gwen Stefani og Pink, eru ikki væl, orsakað av einum sangi, ið Pink gjørdi í 2006. Hóast lang tíð er liðin, vil Gwen Stefani framvegis ikki fyrigeva Pink.

 

Í sanginum í 2006, sum eitur “Stupid Girls”, syngur Pink: “She’s dancing in the video next to 50 Cent. Where, oh where, have the smart people gone? I don’t want to be a stupid girl. Í sjónbandalagnum roynir Pink eisini at eftirlíkna Gwen Stefani, meðan hon dansar. Hervið metti hon, at Gwen Stefani var ímillum “Stupid Girls”.

 

Nú fimm ár seinni, roynir Pink at loysa trupulleikarnar ímillum hana og Gwen Stefani. Hon hevur roynt at skipað fyri einum degi, har børn teirra kunnu sleppa at spæla saman. Men Gwen Stefani er framvegis ikki áhugað í at hitta Pink. Hon er enn ill um sangin í 2006.

 

Í sjónbandalagnum roynir Pink eisini at eftirlíkna Lindsay Lohan, Jessica Simpson, Mary-Kate Olsen og Paris Hilton.

 

Skrivað hevur Neli Heldarskarð