Høgni bleiv heiðraður fyri sítt megnararbeiði

- Hann er eitt livandi prógv um, at aldur og heilsustøða ikki er avgerandi fyri, hvussu langt mann kann røkka

Høgni Kunoy Dávason hevur fingið heiðurin sum ársins ítróttafelagið 2019. Hann stovnaði taekwondofelagið Hwarang sum 10 ára gamal, har hann er íðkandi venjari, og síðan tá hevur felagið vaksið seg stórt.

Klaksvíkar kommuna lat virðislønina, og Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, og Jón Hestoy úr ÍSF, handaðu virðislønina.

í grundgevingini varð sagt, at Høgni gongur undan í allar mátar. Hann er ein fyrimynd, stigtakari og íblástrarkelda til bæði børn og vaksin. Dugnaligur og evnaríkur íðkari. Við góðari javnvág millum rós og uppbyggjandi kritikk pressar hann tey, sum hann er venjari hjá til at blíva betri. Eisini varð sagt, at fyri hann er tað ítrótturin og felagsskapurin, sum hevur hægstu raðfesting, og víðari var víst á, at hann einans var 10 ára gamal, tá hann stovnaði felagið.

Høgni er føddur við sjúkuni cystisk fibrosa.

- Hann er eitt livandi prógv um, at aldur og heilsustøða ikki er avgerandi fyri, hvussu langt mann kann røkka, varð sagt.

Høgni Kunoy Dávason nýtti høvi at takka íðkarunum, venjarum og foreldrunum, sum hann segði gjørdu eitt megnararbeiði.