Høgni Hoydal skapar øsing ímillum Føroyingar og danir

Høgni Hoydal og tjóðveldisflokkurin dragsa føroyskan politikk niður til Danmarkar við einum einasta endamálið og tað er at øsa danir upp ímóti føroyingum, sigur løgmaðu

Áki Bertholdsen

[email protected]

- Hetta er at draga innanhýsis føroysk viðurskifti niður til Danmark, har tey ikki hoyra heima.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, heldur, at tað er hugstoytt, at tjóðveldisflokkurin og norðuratlantsbólkurin hava skipað fyri ráðstevnu í Keypmannahavn, har føroyskur fíggjarpolitikkur og ríkisveitingin vóru høvuðsmálini.
Hann ásannar, at tað er ein partur av fólkaræðinum at halda ráðstevnur so tað hevur norðuratlantsbólkurin fullan fólkaræðiligan rætt til.
-Men tað løgna við hesari ráðstevnuni, var, at í hesum føri var talan um at leggja innanhýsis viðurskifti í Føroyum fram fyri danir at kjakast um.
Hann minnir á, hvussu stórar trupulleikar, føroyingar høvdu undir kreppuni av, at danir løgdu seg uppí alskyns, føroysk viðurskifti, eisini viðurskifti, sum vóru yvirtikin.
- Tí var dagurin 10. juni 1998 ein ógvuliga gleðiligur dagur, tí tá gjørdu føroyingar og danir eina avtalu, sum staðfesti, at ábyrgdina fyri búskapinum í Føroyum, lá í Føroyum.
Men tað, sum hendir við hesari ráðstevnuni, er, at føroysk málsøki verða drigin til Danmarkar at verða umrødd.
- Hetta er beinleiðis at skaða áhugamálini hjá landsstýrinum, sigur løgmaður.
- Blokkurin hevur stóran týdning, serliga í dag, nú vit dragast við hall á fíggjarlógini. Var blokkurin ikki, var hallið á fíggjarlógini í ár 800 milliónir og so vóru vit í djúpari kreppu.
Á ráðstevnuni var ein høvuðsboðskapur, at blokkurin var við til at hita føroyska búskapin. Og eftirspælið er tað, at danskir politikarar siga, at er blokkurin til skaða fyri føroyingar, má hann endurskoðast.
- Tað er átaluvert, at ein ávísur flokkur fer, uttanum landsstýrið, til Danmarkar, sáa iva um ein so týðandi part av okkara búskapi, sum blokkurin uppá 600 milliónir, er.
- Hvat vit brúka blokkin til, kemur ikki dønum við, Tað er staðfest í avtaluni frá 1998, at føroyingar hava sjálvir fullu og endaligu ábyrgdina av fíggjarpolitikkinum.
Jóannes Eidesgaard sigur, at sostatt er Høgni Hoydal í fullari ferð við at bróta eina týðandi avtalu við danir, sum hann sjálvur var við til at gera.
- Tað ger Høgni Hoydal og tjóðveldisflokkurin við at leggja føroysk málsøki yvir til danir til kjak.
- Tað er eisini undarligt, at nú tjóðveldisflokkurin ásannar, at hann ikki fær undirtøku fyri
sínum politikki í Føroyum, so fer hann til Danmarkar fyri at fáa danskar politikarar at taka undir við sær og sostatt at fáa síni frama fyri sínum sjónarmiðjum ígjøgnum bakdyrnar.

Vil skapa øsing
Jóannes Eidesgaard er sannførdur um, at endamálið við hesi ráðstevnuni var ikki at fáa meiri vitan til vega.
-Vit vita øll, at tann spenta støðan ímillum Føroyar og Danmark bjargaði tjóðveldisflokkinum í nítiárunum. Men teirra stóri trupulleiki í dag, er, at tað er ov friðarligt ímillum Føroyar og Danmark. - Tí royna teir sjálvir av øllum alvi at sáa split í ímillum londini bæði og at festa eld aftur í ósemjurnar ímilllum Føroyar og Danmark
- Tað gera teir við at fara til Danmarkar at seta sjóneykuna á blokkin til Føroya, fyri sostatt at seta kílar ímillum føroyskar og danskar politikarar.
- Men meiri álavarsamt er tað, at hetta er eisini við til at seta kílar ímillum meiniga danan og føroyingar.
- Tað leikaði rættiliga hart á í kreppuni og mangan tordu føroyingar ikki at viðurkenna, at teir komu úr Føroyum. Men teir brotasjógvarnir løgdu seg og seinastu árini hevur tað verið rættiliga friðaligt ímillum Føroyingar og danir. Og serliga eftir, at avtalan frá 1998, gjørdi støðuna greiða, hevur at kalla ongir samanbrestir verið.
- Tí er tað ótrúliga átaluvert, at ein føroyskur politikari setir sær sum mál at seta kílar ímillum danir og føroyingar, soleiðis sum tjóðveldisflokkurin nú hevur gjørt við hesi ráðstevnuni.
Løgmaður sigur, at tað er heilt óskiljandi, at júst tjóðveldisflokkurin skal fara at avreiða málsøki, sum eru føroysk, niður aftur til Danmarkar, tí hjá tjóðveldisflokkninum er tað aðalmálið, at í Føroyum skulu føroyingar ráða.
Hann vísir á, at í kjalarvørrinum á hesi ráðstevnuni hevur enntá eitt kjak í Danmark tikið seg upp um føroyskan skattapolitikk og um frádráttin, sum føroyskir fiskimenn fáa.
-Vit kunnu vera ymisk á málið um fiskimannafrádráttin. Men tað eru ikki danir, sum skulu hava eina meining um tað, tí skattamál vóru yvirtikin í 1948.
- Tjóðveldisflokkurin hevur altíð tvíhildið um føroyskan sjálvsavgerðarrætt. Flokkurin gekk á odda at leggja donsku ríkisveitingina í ein blokk, júst fyri at fáa sjálvsavgerðarrættin yvir honum.
Men nú ger flokkurin tað beint øvugta, tí nú fer hann aftur til Danmarkar at tosa við danir um, hvat blokkurin verður brúktur til.
Jóannes Eidesgaard sigur, at hann dugir ikki at síggja nakað annað endamál við hesum enn at royna at skapa øsing ímillum føroyingar og danir og at seta tjóðirnar upp ímóti hvørjum øðrum.