Høgni Hoydal vil stríðast til tað síðsta

Høgni Hoydal fer at berjast til tað síðsta fyri at blíva reinsaður í tiltiknu lásagøluni í Tinganesi og hann hevur ikki uppgivið vónina um, at tað fer at eydnast. Hann manglar bara undirskriftina frá einum einasta tinglimi úr samgonguni fyri at tað skal eydnast. Men fyribils vil ongin skriva undir

- Eg fari at berjast til tað síðsta fyri at blíva reinsaður.

Høgni Hoydal leggur stóran dent á at verða reinsaður í teirri tiltiknu og nógv umrøddu lásagøluni í Tinganesi í september.

- Tað havi eg stóran tørv á persónliga, sigur hann.

Lásagølan elvdi til, at Jóannes Eidesgaard, løgmaður, varpaði Tjóðveldið úr samgonguni og líka síðani hava tinglimir arbeitt fyri at fáa ein óheftan kanningarstjóra til at lýsa málið út í æsir fyri at staðfesta ábyrgdina.

Tað er Kári P. Højgaard, sum hevur staðið á odda fyri hesum arbeiðnum, men í gjár fortaldi hann fyri Sosialinum, at hann hevði givið skarvin yvir, tí tað eydnaðist ikki at fáa nakran í samgonguni at taka undir við, at seta kanningarstjóra.


Manglar ein undirskrift

Høgni Hoydal er rættiliga frustreraður av, at tað ikki eydnast at fáa nakran tinglim úr samgonguni at taka undir við, at ein óheftur kanningarstjóri verður settur at lýsa málið út í æsir.

Men tað manglar ikki nógv í, tí tað krevjast 14 undirskriftir fyri at fáa ein kanningarstjóra. Higartil eru tað bara øll tey 13, sum sita í andstøðuni, sum hava skrivað undir.

Sostatt manglar undirskriftin frá einum einasta tinglimi úr samgonguni fyri at hava nóg mikið, men higartil hevur tað verið ómøguligt at fáa nakran at skriva undir.


Stríðist til tað síðsta

- Tað, sum er hent, er tað, at Javnaðarflokkurin hevur bundið restina av samgonguni til at forða fyri, at kanningin er sett í verk, sigur Høgni Hoydal.

- Vit kunnu bara gita um, hví tað er, leggur hann afturat.

- Men fyri mær er hetta eitt týðiligt prógv um, at Javnaðarflokkurin hevur eina vánaliga sak.

Men við Rás2 í gjár legði hann dent á, at hann hevur ikki givið skarvin yvir.

- Eg fari at stríðast til tað síðsta fyri at fáa ein kanningarstjóra settan, segði Høgni Hoydal við Rás2.

Hann sigur, at her var talan um ein løgmann, sum sleit eina samgongu um eitt mál, sum gjørdi okkum til gjøldur í londunum rundan um okkum.


Krav upp á kanning

Høgni Hoydal heldur, at tá ið eitt so lítisvert mál, sum hetta, kann føra til eina stjørnarkreppu, haldi eg, at avgjørt, at almenningurin hevur krav upp á eina óhefta og nágreiniliga kanning, sum lýsir málið út í æsir.

Fyri hann hevur tað serligan stóran týdning, at málið verður kannað, tí hann følir seg persónliga úthongdan.

- Hóast talan er um eitt ógvuliga pínligt mál, verður tað ikki pínligari av at verða kanna, so at vit fáa sannleikan fram, leggur hann afturat.

- Og fyri meg er ein kanning alt annað enn pínlig.

Hann vísir á, at bæði Jóannes Eidesgaard og Kaj Leo Johannessen, sum tá var tingmaður, boðaðu alment frá, at teir vildu hava ein kanningarstjóra.

- Tað einasta, sum tað nú snýr seg um, er at fáa teir at halda tey lyfti, teir góvu alment, sigur Høgni Hoydal.

Hann dugir heldur ikki at síggja, hví nakar skal hava nakað ímóti at kanna málið.

Hann vísir á, at í Sosialinum í gjár vildi John Johannessen, politiskur formaður javnaðarfloksins, seta prísin fyri ein kanningarstjóra upp ímóti sparingunum á almannaøkinum.

- Hetta er onki annað enn ein vánalig umbering at seta eina eftirlitsuppgávu, sum hesa, upp ímóti sparingunum, staðfestir Høgni Hoydal


Best og bíligast

Men fært tú ikki politiska undirtøku fyri einum kanningarstjóra, hevur tú so nakran aðran møguleika?

- Upprunaliga umhugsaði eg bæði at klaga til fjølmiðlanevndina og at leggja sak ímóti løgmanni. Men eitt sakarmál tekur drúgva tíð og kostar nógv og tískil er ein kanningarstjóri besti og bíligasti mátin at kann málið, tí tey, sum hann kallar inn til avhoyringar, hava lógarfesta skyldu at svara spurningunum og at svara satt.

Og fái eg ikki ein kanningarstjóra, má eg hugsa um støðuna, men tú fært meg ikki at siga, at eg so fari at stevna Jóannes Eidesgaard, sigur Høgni Hoydal.