Høgni og Pieta liggja fremst

Høgni Madsen og maltesiska liðið hjá honum, Pieta Hotspurs FC, liggja nú nummar eitt í deildini.

 

Høgni Madsen og hansara menn vunnu um vikuskiftið týdningarmiklan odda dyst 1-0. Úrslitið merkir, at Høgni Madsen og Pieta Hotspurs FC nú eru nummar eitt í deildini, og stevna móti uppflyting, sum er málið hjá felagnum.

 

Sum skilst, so gekk tað persónliga væl hjá Høgna, sum er fluttur fram á miðvøllin, eftir at hava spælt í miðverjuni.

 

Høgni Madsen, sum er útleigaður frá ÍF, ætlaði upprunaliga at koma aftur til Føroyar eftir komandi umfar, sum er tað seinasta fyri ársskiftið. Men hugurin at halda fram á Malta til flytingarvindeygað letur aftur í Føroyum er góður.

 

«Eg havi ætlanir um at verða her eitt sindur longri, men tað kemur alt annað upp á um eg sleppi at halda fram í felagnum. Hin møguleikin er at finna eitt annað felag. Sum nú er, so stórtrívist eg, og havi avgjørt hug at verða her til flytingarvindeyða letur aftur, sigur Høgni Madsen.