Høgni Egilstoft Nielsen, sum eins og Helgi Dam Ziska ikki var við í FM-kappingini í snartalvi, er í hesum døgum við í stóru nýggjárskappingini Rilton Cup í Stokkhólmi, skrivar Talvsambandið í tíðindaskrivi.
Høgni Egilstoft Nielsen hevur í løtuni hálvtannað stig eftir trý umfør. Høgni ognaði sær fyrsta IM-normin í hesi somu kappingini fyri tveimum árum síðani. Ein IM-normur restar í hjá Høgna fyri at tryggja sær heitið sum altjóða meistari í talvi
Høgni og bróðirin Rógvi vóru fyri jól við í altjóða kappingini Zadar Open í Kroatia. Høgni fekk fimm av níggju stigum, og Rógvi 4½, men báðir gingu tíggju ratingstig aftur. Hvørgin vann nakran IM-norm. Báðir hava hvør sínar tveir IM-normar, men styrkitalið hjá Rógva er í løtuni ikki nóg høgt til at hann kann gerast altjóða meistari, skuldi hann fingið tann triðja kravda IM-normin.