Tað er ein teinum uppá 94,6km, sum er úr Rena til Lillehammer, og verður mest koyrt offroad - altso á grúsgøtum, har sum traktorar hava koyrt, og eitt sindur av mold, runu og trærótum.
Mest spennandi strekki á rutuni, er beint áðrenn mál. Har verður koyrt oman eftir brekkum, sum liggja framvið skíðhopp-bakkarnar, so har er ógvuliga bratt, og undirlagið er ein blanding av grúsi, græsi og mold.