Á hægsta stigi í 25 ár

Tað er neyvan at taka munnin ov fullan, tá sagt verður, at Abraham Løkin er nakað fyri seg. Umframt 25 ára royndir í felagshøpi, hevur hann eisini drúgvar royndir á landsliðið okkara, har hann millum annað slapp at royna seg móti Michael Laudrup

Í ár eru 25 ár liðin, síðani Abraham Løkin av fyrstan tíð trein inn á føroyska 1. deildarpallin. Í sjálvum sær er hetta kanska ikki so ótrúligt, men tað at maðurin framvegis er at síggja í fyrstu deild má metast sum nakað heilt serligt, ið fáur, um nakar, hevur gjørt honum eftir.


Leiðin

Vit skulu aftur til 1976, fyri at finna upprunan til fótbóltsleið hansara. Tá royndi seg á fyrsta sinni á 1. deild hjá barndómsfelagnum, ÍF, og síðani hetta hevur hann ferðast víða. Fyrsta tíðarskeiðið hjá ÍF var hann annars við til at vinna einasta meistaraheitið felagsins.

Í 1981 varð hann biðin um at koma til Svøríks at spæla við Sleipner, sum helt til í næstbestu svensku deildini. Afturkomin í 1982 varð hann settur sum spælandi venjari hjá NSÍ, har tað eydnaðist honum at fáa liðið upp aftur í bestu deildina.

Á sumri 1984 flutti hann til Odense, har hann fyrst leikti eitt skifti við Odense KFUM, áðrenn hann í 1985 fór til OB at royna seg. Tað eydnaðist honum eisini at koma á besta liðið hjá OB, har hann millum annað slapp at royna seg móti núverandi føroyska landsliðsvenjaranum í einum dysti, har føroyski miðvallargeneralurin setti danska starvsfelaga sín so ruddiliga upp á pláss.

Afturkomin til Føroya gjørdist hann aftur venjari hjá NSÍ, har tað eisini eydnaðist at vinna steypakappingina.

Árið eftir gekk leiðin so til B36, har hann í 1987 var við til at tryggja uppflytan í bestu deildina, áðrenn hann í 1988 var partur av liðnum, sum mong væntaðu skuldi gerast føroyameistari.

Í 1989, tá dótturin gjørdist álvarsliga sjúk, flutti Abraham niður til Danmarkar. Hann varð tá biðin um at koma til Frem at venja, og hann var eisini um at koma á besta lið teirra.

Í 1990 flutti hann heim aftur til Føroya, har hann aftur var at síggja á liðnum hjá fuglfirðingum, har hann nú var leikandi venjari..

Síðani gekk leiðin inn á Toftir, har hann í 1992 var við at tryggja higartil seinasta meistaraheitið hjá teimum, og eftir at hann í 1994 fekk boðið starv í Fraklandi, gekk leiðin til Boulogne, har hann royndi seg í fronsku 3. deildini.

Í 1995 gekk leiðin aftur til Fuglafjarðar, áðrenn hann í 1996 aftur fór inn á Toftir í 1996. Hesu ferð varð talan tó bert um eitt ár inni á Toftum, áðrenn hann í 1997 fór aftur til NSÍ, har hann hevur hildið til síðani.


Hevur altíð trivist væl

Sjálvur sigur Abraham, at tað fyri summi kanska kann tykjast eitt sindur ógvusligt, at hav verið við somikið nógvum feløgum, men hann leggur dent á, at hann hevur trivist sera væl, har hann hevur verið, og at talan sum so ongantíð hevur verið um nakra ónøgd:

- Tá eg havi skift felag, hevur tað altíð verið av onkrari ávísari orsøk. Eg havi roynt meg sum venjara, og skiftandi arbeiði hava eisini viðført, at tað onkuntíð var meira høgligt at skifta felag. Tað hevur ongantíð verið soleiðis, at eg eri rýmdur úr einum felag, og tað haldi eg eisini sæst aftur í, at eg í fleiri umførum havi vitjað aftur til somu feløg.


Kann ikki lata vera

25 ár á hægsta føroyska støðið, er helst væl meira, enn flestu leikarar eru førir fyri, ella hava hug til. Okkum kunnugt er tað so eingin leikari her á landi, sum kemur á liðina av hesum, so talan er allarhelst um met.

Tá ein hevur hildið á somikið leingi við fótbóltinum, átti ein kanska at verið mettur av sigrum og upplivingum, og Abraham ásannar eisini, at tað ikki er hetta, sum rekur hann á vøllin:

- Satt at siga, so er orsøkin til at eg framvegis spæli á fyrstu deild er tann, at hugurin ikki er til reka burtur. Treytin fyri at sleppa við í venjingum á høgum støði, er so sjálvsagt tann, at tú eisini ert tøkur til dyst. Sjálvandi eri eg eisini bitin av spælinum. Tað er ein gift, sum eg havi fingið í kroppin, og sum ikki vil fara út. Nú sigi eg við meg sjálvan undan hvørjum dysti, at hetta skal verða tann seinasti, men tá mánadagurin so kemur, ja, so kann eg ikki lata vera við at fara oman á vøllin.

- Har umframt skal eisini sigast, at eg havi eina sera góða og tolna familju, sum altíð hevur bakkað meg upp. Nú havi eg runnið sum eitt býtt eftir hasum bóltinum øll hesi árini, og at konan framvegis góðtekur hetta, eri eg ómetaliga glaður um, sigur veteranurin, sum er giftur Káru.

Saman eiga tey trý børn: 14 ára gomlu Elin, 11 ára gamla Boga og 9 ára gamla Karl. Harumframt er fjórða barnið væl ávegis, so talan er so avgjørt eisini um eitt lív uttan fyri fótbóltsvøllin.


Stuttligt í Odense

Bæði í felags- og landsliðshøpi hevur talan sjálvsagt verið um hópin av upplivingum hjá Abraham. Spurdur um tað eru nakrar av hesum, sum serliga hava fest seg í minnið, svarar hann, at tað eru tað sjálvandi:

- Eg haldi framvegis, at meistaraheitið við ÍF í 1979 er tað, sum stendur fremst í huganum, tá tosað verður um minnir, men umframt tað, eru tað sjálvandi eisini fleiri aðrar upplivingar, sum eg eri fegin um.

Tá eg fór til Svøríkis, var hetta ein sera spennandi avbjóðing hjá mær, eins og tað var tað, tá eg afturkomin til NSÍ gjørdist venjari, og eisini var við til at tryggja liðnum uppflyting. Steypasigurin við NSÍ í 1986 var eisini nakað heilt serligt.

Tíðin í B36 var eisini avbera góð, og er hetta eisini nakað, sum eg við gleði minnisst aftur á.

Somuleiðis er tað við gleði, at eg minnist aftur á tíðina inni á Toftum. Ikki minst 1992, tá vit gjørdust føroysmeistarar.

Við landsliðnum hevur eisini verið talan um nógvar upplivingar, og har er tað sjálvandi dysturin móti Eysturríki, sum stendur ovast, men eisini dysturin í Ítróttaparkini móti dønum var nakað heilt fyri seg.

Eftir at hava nevnt omanfyristandandi, rennur honum eisini til hug tíðarskeiðið í OB.

- Tað var eisini heilt ótrúligt. Undan mær var tað bara ein føroyingur (Hendrik Thomsen), sum hevði roynt seg í fremstu donsku deildini, so tað var nakað heilt fantastiskt hjá mær, tá eg fyrstu ferð fekk dystarboð.

Tað stuttliga við tí var tað, at á skúlanum, sum eg gekk á, vóru sjálvandi hópin av næmingum, sum høvdu stóran fótbóltsáhuga.

Tosið um fótbólt gekk heitt alla tíðina, men satt at siga, so slapp eg ongantíð upp í part í hesum. Allar helst roknaðu tey ikki meg fyri nakað sum helst, eg kom jú úr einum evarska lítlum samfelag, og eg legði ongantíð í at siga teimum, at eg var farin at venja við besta liðnum hjá OB.

Tann mánadagin eftir fyrsta dystin hjá mær fyri felagið, var støðan knappliga vend á høvdinum. Nú var eg brádliga miðdepilin fyri øllum prátinum, og fleiri vóru eisini heldur foyðir, og kendu tað helst soleðis, at teir høvdu tosað uttan um skeiva persónin.

Í so máta heldur Abraham, at tað hjá sær var ein fyrimunur, at hann ongantíð legði so nógv í at boða frá, hvussu gekst við fótbóltslívinum:

- Eg haldi at nógvir at teimum leikarum, sum í dag fara aðra staðni at royna seg, melda ov kraftigt út. Hetta er viðvirkandi til at leggja eitt óneyðuga stórt trýst á teir. Eitt rýst, sum teir satt at siga sjáldan kunnu liva upp til.

Um tíðina í OB kann annars leggjast afturat, at venjarin á Fjóni tá æt Richard Møller Nielsen. Seinni gjørdist hann danskur landsliðsvenjari, og millum annað hevði Abraham høvi at heilsa upp á hann tær báðar ferðirnar, tá Føroyar royndu seg móti Danmark.


Føroyar í altjóða fótbólti

Fyrstu árini, sum Føroyar vóru á altjóða pallinum, var Abraham millum sjálvskrivaðu prikkarnar í puslispælinum hjá Páll Guðlaugssyni. Og fram til hann fyri aðru fer sleit hælsinuna, taldist hann eisini millum álitini hjá Allani Simosen.

Longu tá taldist hann eisini millum veteranarnar á liðnum, og hetta helt hann eisini merktist, tá tosað varð um landsliðið:

- Nógv fólk tosaðu um, at landsliðið í stóran mun bygdi á ov gamlar leikarar, har fleiri vóru á veg niður aftur av tindunum. Eg var sjálvur um tey tríati, og tá byrjaðu fólk longu at tosa um, at eg var vorðin ov gamal til hetta, heldur Abraham.

Hvussu var og ikki, so helt hann tó fram á landsliðnum nakað væl longur enn til dystin móti Eysturríki. Millum annað hevur hann tvær ferðir hildið føðingardag, sama dag sum landsliðið hevur spælt, so eisini í so máta man talan her vera um eitt serligt fyribrigdi.

Um menningina á landsliðnum, síðani vit fyri tíggju árum síðani fóru upp í altjóða fótbóltin, er Abraham eitt sindur ivasamur:

- Tað er eitt sindur torført at meta um, tá man hevur spælt sjálvur. At spælið nú er øðrvísi er einki at ivast í, og hetta sæst kanska best, um tú hyggur eftir videoupptøkum av fyrstu landsdystunum. Føroyska liðið er í dag nógv longur frammi á vøllinum, og størsta orsøkin til hetta er eftir mínum tykki, at venjingarstøðan er so nógv betri nú.

Í heimligu kappingini verður lagt nógv meira fyri, og vit hava eisini fleiri leikarar, sum dagliga spæla uttanalands, har teir hvønn dag venja á grasi. Alt hetta hevur sjálvandi við sær, at leikararnir eru nógv betri fyri til altjóða uppgávurnar, og tí betri eru førir fyri at renna eftir mótstøðumonnunum og sjálvandi eisini at halda bóltinum, tá vit endiliga hava fingið fatur á honum. Hinvegin haldi eg ikki, at talan í dag er um, at vit hava so nógv betri fótbóltsleikarar, enn vit høvdu fyri tíggju árum síðani.

Sjálvandi er ein framgongd, men henda verður ongantíð somikið stór, at vit nakrantíð verða roknaðir sum annað enn ein pinkutjóð í hesum høpi. Heimsmeistarar verða vit neyvan.


Laudrup var fantastiskur

Flestum kunnugt skal A-landslið okkara í kvøld royna seg móti dønum.

Hóast hetta er fyrstu ferð, at danir eru í Føroyum og spæla, er hetta ikki fyrstu ferð, at føroyska og danska A-landsliðið skulu dystast. Abraham var sjálvur við, bæði í Ítróttaparkini og í Landskrona, og vit spurdu hann sjálvandi, hvat hann serliga mintist úr hesum dystum:

Dystin í Parkini minnist eg serliga væl. Talan var jú um nakað heilt serligt fyri okkara viðkomandi, so í sjálvum sær var hetta ein risa uppliving.

Tað sum eg minnist best um dystin, er at Michael Laudrup var okkum ein sonn marra. Undan dystinum høvdu vit avrátt, at vit skuldu ikki mansverja hann, men heldur skuldi nærmasti maður taka hann, tá danir fóru í álop.

Trupulleikin var bara tann, at vit ongantíð fingu fatur á honum. Eg kann annars leggja afturat, at Michael Laudrup altíð hevur verið ein leikari, sum eg havi sæð nógv upp til, og at sleppa at spæla móti honum, júst um hetta mundi var heilt ótrúligt. Hann taldist tá millum teir allarbestu leikararnar í Europa, og tú kanst eisini hyggja eftir, hvussu nógv hann hevur vunnið saman við størstu feløgunum í heimspartinum. Hóast tapið, so haldi eg so avgjørt, at vit fingu eitt heiðurligt úrslit í tí dystinum, og eisini hetta haldi eg vera vert at minnast.

Tá Føroyar á heimavøllinum í Landskrona skuldu royna seg móti Danmark, var eingin Laudrup á danska liðnum. Eftir tapi fyri Jugoslavi á heimavølli boðaðu báðir brøðurnir frá, at teir ikki longur vóru til taks í so máta. Tí varð talan eisini um ein heilt øðrvísi dyst enn tann í Parkini, og minnini hjá Abraham um hendan dystin eru heldur ikki tey somu:

- Eg minnist tann dystin av einari orsøk, og tað er John Faxe Jensen. Hann hevði tá yvirtikið miðvallarsessin hjá Michael Laudrup, men dygdirnar hjá teimum vóru ymiskar. Tað, sum eg minnist best um dystin, er, at eg miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk ein frammaná.

Ikki tí. Okkara spæl var kanska heldur ikki av tí reinasta, tí vit offraðu okkum so sanniliga eisini, og talan var í fleiri førum um óreinar takklingar frá okkara síðu. Í okkara føri var tað tó meira av armóð, og eg haldi ikki, at tað skuldi verið neyðugt hjá einum liði, sum var fleiri flokkar omanfyri okkum, at gera nýtslu av sovorðnum snildum.


Góð minni

Um tíðarskeiðið á landsliðnum, og um fótbóltsleið sína sum heild, heldur Abraham, at talan allar mest hevur verið um góð minni:

- Sjálvandi hevur talan onkuntíð verið um skakandi hendingar inni á vøllinum, har onkur mótstøðumaður er farin langt út um mark - eins og eg sjálvur onkuntíð havi gjørt tað.

Samanlagt hevur talan tó nærum bert verið um góð minni, og hetta sæst kanska best aftur í tí, sum eg segði í byrjanini av samrøðu okkara. Eg klári slettis ikki at lata vera við at spæla, millum annað tí fótbólturin hevur givið mær somikið nógv.


Dysturin í kvøld

Landsdystur er í kvøld, og vit spurdu eisini at enda Abraham, hvørjar vónir hann hevði um dystin, og hvat hann heldur skal til, um Føroyar skulu fáa eitt gott úrslit í kvøld:

- Eg veit ikki akkurát, hvørjar vónir ein kann hava um sjálvt úrslitið. Eg vil heldur venda tí soleiðis, at um danir ikki vísa meira, enn teir gjørdu undir EM, samstundis sum okkara menn spæla optimalt, so eru fortreytirnar fyri einum góðum úrslitið til staðar.

Størsti vandin er helst, at talan hjá teimum er um eitt nýtt venjarapar, og tað kann hugsast, at spælararnir veruliga ætla at spíla seg út, til tess at prógva, at teir eisini skulu vera við framyvir. Um so verður, kann talan lættliga gerast um eitt minni hugnaligt kvøld fyri okkara viðkomandi.

Og verður tú so eisini millum áskoðararnar til dystin í kvøld?

Ja! Eg havi langt síðani keypt okkum atgongumerki, sigur Abraham at enda.