Ikki bara í Føroyum verður arbeitt við at hækka ferðaseðlaprísin hjá Strandfaraskipunum, samstundis sum túratalið á ávísum rutum verður skert. Hetta er eisini gongdin í Hetlandi.
Serco Northlink Ferries tekur nú ímóti bókingum fyri komandi ár, men prísirnir á bæði ferðaseðlum og farmi eru hækkaðir 2,8%, so sum skotska sjálvstýrið hevur givið loyvi til.
Tað skrivar The Shetland Times.
Ferðaætlanin fyri 2013 vísir eisini eitt minkað túratal í lágsesongini hjá Pentland Firth.
Serco sigur, at broytingarnar eru gjørdar út frá einari gjølligari kanning av tørvinum, og broytingar eru gjørdar í upprunaligu ætlanini eftir afturmeldingum frá kundunum.
Ferðaætlanin í lágsesongini millum Scrabster og Stromness (myndin) verður skorin úr trimum fráferðum um dagin niður í tvær.
- Vit skilja týdningin av ferjusambandi millum fastlandið og Orkney og Hetland, og hava eitt støðugt samskifti við kundarnar fyri at tryggja okkum, at vit veita eina góða tænastu til okkara ferðafólk, sigur stjórin í Serco, Stuart Garrett við The Shetland Times.