ÍF hevur í dag gjørt sáttmála við Hákun Edmundsson. Sáttmálin er galdandi fyri 2020. Toftamaðurin hevur verið langtíðarskaddur, men vónin er at hann kann spæla við fullari ferð nú.
- Hákun er 23 ár og er ættaður av Toftum. Hann spælir fyri tað mesta á sentrala miðvøllinum, og var í síni tíð liðskipari á U21 landsliðnum. Hóast sín unga aldur hevur Hákun longu roynt eitt sindur av hvørjum. Umframt at hava spælt fyri barndómsfelagið, B68, hevur hann spælt fyri NSÍ og Skála. Eisini hevur Hákun roynt seg í næstbestu donsku deildini, tá hann spældi við Vendsyssel í 2017, skrivar if.fo og leggur afturat:
- Evnini hjá Hákuni hava altíð verið eyðsæð, og kunnu vit í Fuglafirði nú gleðast um, at hann framyvir verður partur av okkara liði. Vit í ÍF fegnast um avtaluna, og ynskja Hákuni tillukku og hjartaliga vælkomnum til felagið.
Tilgongdin hjá ÍF telur nú umframt Hákun Edmundsson, Milos Budakovic, Filip Djordjevic, Jens Joensen, Uros Stojanov og Sjúrður Paula Nielsen, sum er leigaður úr NSÍ. Hartil er Dánjal á Lakjuni byrjaður aftur. Dysturin hjá ÍF móti NSÍ í VFF-Kup, sum skuldi verða í dag, er útsettur til í morgin.