MFS í Keypmannahavn bjóðar í annaðkvøld til hólmgongu millum Sjúrður Skaale og Flóvin Eidesgaard í Føroyahúsinum. -Vit vænta okkum eina sanna orrustu, tá teir báðir garparnir Sjúrður Skaale og Flóvin Eidesgaard hittast til hólmgongu í Føroyahúsinum. Evnið ?Eru Føroyar um at drukna í fólkaræði? fær sanniliga glið á teirra oftast vælvaldu orð, sigur MFS um tiltakið.
Tiltakið byrjar kl. 19.00 og Høgni Reistrup spælir eftir tiltakið.