Í hølunum á Marjuni í Kálvalíð

Tjekkað modell, heimagangandi mamma hjá einum soni við autismu, ferðaleiðari, freelance sosialráðgevi, skeiðshaldari, undirvísari, skemtari, sjónleikari, íverksetari og eru bara nøkur av heitunum, sum Marjun kann skriva á visitkortið.

Tað loysir seg at vera í renniskóm, um ein ætlar sær at ganga í hølunum á

Marjuni í Kálvalíð ein heilan dag, tí fryntliga og skemtiliga vágagellan hevur

ein gerandisdag, ið hevði tikið pippið frá teimum flestu

Marjun í Kálvalíð byrjaði yrkisleið sína tíðliga. Longu sum fýra ára gomul hjálpti hon ommu síni at vísa fólki runt í søguligu Kálvalíð í Miðvági, har hon eisini er uppvaksin. Hon er júst flutt úr leigaðum húsum í onnur hús, ið hon og danski maður hennara Kell hava keypt og fríðkað um. Frísk og væluppløgd vísur hon snotuligu og hugnaligu húsini fram. Inni er ljóst og nýmótans, og Ikea eigur avgjørt ein lut í innrættingini.

– Tá eg las niðri, kundi eg ikki liva uttan Ikea. Har fæst so nógv vakurt og bíligt til keyps. Bara keðiligt, at tað ikki finst í Føroyum. Mær leingist næstan líka nógv eftir tí, sum H&M. So eg vóni, at tað kemur skjótt til Føroya, sigur Marjun og flennir.

 

Fekk hysterisk herðindi

Annars eru tað ikki Ikea og móti, sum upptaka meginpartin av gerandisdegnum hjá Marjuni. Hon er heimagangandi hjá 12 ára gamla Djóna, ið hevur autismu, og henda dagin Sosialurin er á vitjan, vil Djóni undir ongum umstøðum heim úr skúlanum. Hóast hann mutar harðliga ímóti og rennur undan mammuni, so spælir alt væl av til endans, og Djóni setur seg væl til rættis at tekna í snotiliga kamari sínum. Marjun vísur á, at hóast tað onkuntíð er tungt at hava eitt barn, ið hevur autismu, so stórtrívist familjan í Miðvági.

– Vit fluttu niður til Danmarkar, tá ið Djóni var eini trý ára gamal. Tá vistu vit ikki, at Djóna bagdi nakað. Men flytingin tók harðliga upp á hann, og hann fekk eitt nú hysterisk herðindi í handlum, sigur Marjun, ið var heilt ovfarin av, at sonurin brádliga skikkaði sær soleiðis.

– Hann var sum eitt vanligt barn, tá ið vit búðu í Miðvági. Tí tók tað hart uppá okkum at fáa boðini um, at Djóni hevði autismu, sigur Marjun og minnist aftur á hørðu tíðina fyri familjuna. Hon rósar donskum myndugleikum, ið veittu skjóta og sera góða hjálp, og vísur á, at tílík skipað hjálp frá myndugleikunum avgjørt vantar í Føroyum.

– Vit valdu at flyta aftur til Miðvágs, og her gongst sera væl hjá okkum. Djóni stórtrívist og er róligur og fittur drongur flest allar dagar. Vit fáa ómetaliga góða hjálp frá familju og kenningum, um vit hava tørv á tí. Hóast fólk í Miðvági vita, at okkurt bagir Djóna, so taka tey hann, sum ein heilt vanligan drong. Finnur Djóni upp á okkurt, ið hini børnini ikki gera, taka tey tað, sum tað kemur, og eru als ikki bangin fyri at taka eina hond í. Hinvegin eru politisku myndugleikarnir her heima ikki helvtina so væl skipaðir á hesum økinum, sum teir donsku. Eitt nú kann Djóni bara ganga 18 tímar í skúla um vikuna, tí peningur vantar til ein stuðul. Tað er alt ov lítið, sigur Marjun.

 

Umhugsar kvinnuflokk

Hóast Marjun hevur nógv at takast við Djóna har heima, so verður ein ovfarin av at síggja, hvussu nógv hon fær burtur úr einum heilt vanligum fríggjadegi. Eitt nú skal hon seinni í kvøld á floksting hjá Tjóðveldisflokkinum, tí hon er limur í einum tvørfloksligum kvinnubólki, ið roynir at fáa fleiri kvinnur upp í politikk. Marjun hevur altíð verið sera áhugað í politikki, og situr ofta framman fyri sjónvarpinum og hyggur at Tingvarpinum, tí sum hon tekur til: tað er her tingini henda. Eins og nógv við henni, so fýlist eisini hon á, at so fáar kvinnur eru í politikki.

– Eg havi ongantíð sjálv hugsað um at stilla upp. Heldur vil eg arbeiða fyri aðrar kvinnur, ið vilja stilla upp. Tað er tó so heilt ólukksáliga illa statt við kvinnum í politikki, at vit í kvinnubólkinum hava hugsað um at gera ein kvinnuflokk, sigur Marjun, ið als ikki er bangin fyri at siga, at hon er feministur av rang.

 

Kvinnuligar fyrimyndir

Tað eru eisini kvinnur í politikki, ið hon nevnir persónligar hetjur og fyrimyndir.

– Eg haldi eitt nú, at Annita á Fríðriksmørk ger eitt ómetaliga gott arbeiði í tinginum, hon er sera djørv og væltalandi . Eisini síggi eg nógv upp til Ritt Bjerregaard. Hóast eg ikki eri sosialdemokratur, so haldi eg, at hon er ein sterk kvinna, ið ikki er bangin fyri at siga sína meining. Sama má eg siga um Margaret Thatcher. Hon var ein dama, ið visti, hvar skápið skuldi standa, sigur Marjun.

Tað er eisini kvinnurnar heima í bygdini, ið hon minnist best frá tí, hon var smágenta.

– Eg vil pástanda, at tað vóru kvinnurnar, ið hildu skil á øllum tá. Nærum allir menninir í mínari familju vóru á sjónum, og so máttu omma, langomma og mamma taka sær av øllum. Eg haldi ikki, at menninir vistu so mikið sum, hvat teir fingu í løn, ella hvussu nógv kvinnurnar rindaðu fyri húsarhald og lán. So hóast tað vóru menninir, ið vunnu til breyðið, so sótu kvinnurnar við róðrið, sigur Marjun, sum sær sera nógv upp til ommu, mammu og langommu sína.

– Tær vóru sonn konubrot. Onki var teimum ógjørligt, og tær baksaðust altíð, bæði úti og inni. Eisini livdu tær, sum tær vildu, og løgdu ikki so nógv í, hvat onnur í bygdini hildu. Eg minnist, at omma hevði keypt sær ein appilsingulan frakka. Abbi doyði um tað mundið, og omma fór út í frakkanum. Fólk øtaðust, at omma fór út í appelsingulum og ikki í svørtum, men tað legði omma ikki petti í, og segði, at hon hevði ikki ráð til at lata frakkan bara hanga í skápinum, sigur Marjun og flennur í kíki.

 

Róptu meg leysingabarn

Tað var tó ikki so lætt hjá Marjuni og mammu hennara, tá ið Marjun kom til verðina í 1960. Mamma Marjuna var ikki gift, og tað var ikki væl dámt í Miðvági í 1960.

– Fólk róptu meg leysingabarn, so tað hevur neyvan verið stuttligt hjá mammu, minnist Marjun aftur á. Seinni giftist mamman og flutti saman við manninum. Men Marjun vísti longu sum fýra ára gomul, at tað var hon, ið avgjørdi, hvat hendi í hennara lívið.

– Mamma mátti út at arbeiða, og tá ið hon flutti oman í bygdina, noktaði eg at fara við og varð búgvandi eftir í Kálvalíð hjá ommu og abba. Eg havi tá verið um fýra ára gomul. So har hevði eg tað so sera gott, minnist Marjun afturá.

Kálvalíð lá tá sum í dag langt burtur frá bygdini. Á morgni gekk Marjun í skúla, so heim á døgurða og aftur í skúla, og so kom hon aftur í myrki. Ikki var hon bangin at ganga longu leiðina í myrkri, hóast ongir lyktapelar vóru.

 

Fráskild kvinna og prestur

Marjun giftist heilt ung og fekk skjótt trý børn, sum í dag eru vaksin og flutt heimanífrá. Hjúnabandið helt tó ikki, og Marjun valdi at fara niður at lesa. Hon las guðfrøði í 2 ár.

– Eg hevði eitt rættiliga gott HF prógv, so allir leiðir vóru opnar fyri mær. Eg vildi verða prestur, men tá eg bleiv skild, visti eg, at tað kundi eg gott gloyma, tí eg var fráskyld kvinna. So ætlaði eg mær at lesa til leikstjóra á Statens Teaterskole. Eg søkti inn, men fór ongantíð til upptøkuroynd, tí eg visti sum var, at eg fór ongantíð at kunna breyðføða mær og familjuni heima í Føroyum við sjónleiki. So eg valdi at lesa til sosialráðgeva, og tað havi eg ongantíð angrað, tí tað er eitt spennandi og gevandi starv, sigur Marjun.

Síðani hevur Marjun fingið sær ymsar yvirbygningar, so hon kann halda skeið og undirvísa. Tað ger hon inn í millum, og hevur eitt nú havt skeið fyri ALS, har hon, saman við øðrum sosialráðgeva, hevur undirvíst arbeiðsleysum í at søkja starv. Ì dag arbeiðir hon bara av og á sum freelance sosialráðgevi, tí hon er heima og ansar Djóna, men hetta forðar henni ikki í at fáast við ymiskt spennandi á sosialráðgevaraøkinum av og á.

 

Skipar altjóða tiltak

Eitt nú skal hon, í samstarvi við nevndina í Sosialráðgevarafelganum, halda altjóða sosialráðgevaradag. Hesin snýr seg í ár um fátækradømi, har dentur verður lagdur á stakar uppihaldarar og viðurskifti teirra í Føroyum.

– Hetta er ótrúliga spennandi. Vit hava millum annað fingið tríggjar harrar úr Føroyum at framleggja eina verkætlan um viðurskiftini hjá einligum mammum í Føroyum, ein sosialráðgeva, sum hevur arbeitt á sosialu deild í Havn, landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum, og so eina einliga mammu at greiða frá, hvussu ómøguligar umstøðurnar eru fyri einligar mammur í Føroyum, sigur Marjun, sum sjálv hevur livað sum einlig lesandi mamma í Danmark.

– Har fekk eg, umframt SU, ymsan stuðul, ið ikki verða latin í Føroyum. Tí veit eg, at tað als ikki hevði borið til hjá mær at lisið sum einlig mamma í Føroyum. Eisini vita vit, at tað sum heild rýma alt ov nógvar einligar mammur úr Føroyum, tí tær hava ikki møguleikar fyri at klára seg. Hetta er alt ov galið, og tí hava vit valt at seta stakar uppihaldarar í miðdepilin í ár, sigur Marjun.

 

Ein sannur høgguslokkur

Tá ið Djóni er farin til Havnar í ergoterapi, sum hann gongur til einaferð um vikuna, setur Marjun seg ikki bara hendur í favn. Hon fer til handils, og bjóðar undirritaðu ein lekran bita. Síðani gongur leiðin til urmakaran í Sørvági. Ørindi er ikki at gera urið í stand, men Marjun skal komandi vikuna ganga modell fyri handilin. Hon passar gleðiliga nýggjastu brillurnar, sólbrillurnar og prýðislutirnar. Spurd, um hon ikki er bangin fyri at ganga modell, er svarið einfalt.

– Eg havi roynt tað fyrr, sigur Marjun stutt.

Tað eru handlarnir í Vágum, sum hava mótaframsýning við nýggjastu innkomnu vørðunum. Marjun hevur sjálv fyrireikað og verið frásøgukvinna til hesar mótaframsýningarnar á hvørjum ári í nógv ár nú. Hesaferð hava onnur skipað fyri, men hon segði gleðiliga ja, tá ið hon var biðin at verða modell, hóast tað er sama dag, sum tiltakið hjá Sosialráðgevarafelagnum. Spurd, um hon ikki verður stressað av øllum hesum tiltøkunum, sigur hon, at hon hevði ikki kunnað verið tey fyri uttan.

– Eg havi kanska altíð verið ein høgguslokkur, ið trívist best, tá ið eg havi nógv um oyruni. Eg fái helst so nógv um oyrini, tí eg dugi alt ov illa at siga nei. Og so havi eg altíð nýggj hugskot innaní mær, sum slett ikki altíð verða til nakað. So kanska kundi eg fingið nógv meira burturúr degnum, sigur Marjun.

Tá ið Marjun endiliga hevur eina fríløtu, íðkar hon pilates og annan fimleik frammanfyri sjónvarpinum. Eisini rennur hon nakrar ferðir um vikuna, og so fæst hon nógv við sjónleik og skemt.

– Vága sjónleikarafelag er mest virkið um summarið, tá ið vit seta leikir upp til stevnurnar her vesturi. Og skemtari eri eg bara vorðin av tilvild, sigur Marjun, ið als ikki heldur seg hava ein stressaðan gerandisdag.

– Eg nýti dagin saman við Djóna, og so eri eg glað fyri at sleppa út at arbeiða við ymsum. Eg dugi ikki so væl við einum føstum starvi frá átta til fýra, sigur Marjun, sum eisini er limur í økisnevndini hjá Javna í Vágum, nú hon hevur ein son við breki.

 

Royndur ferðaleiðari

Hendan dagin Rákið er á vitjan, hevur Marjun longu verið á síni fyrstu uppgávu, langt áðrenn undirritaða kemur á gátt. Hon hevur vaskað í søguliga prestagarðinum í Jansagerði. Marjun er nevniliga eisini sera virkin í Miðvágs Fornmannafelag, og har hon er ferðaleiðari á einum gongutúri í Miðvági. Gongutúrurin fylgir leysliga í fótasporum Beintu, hagani navnið stavar. Í dag skal Skipaeftirlitið túr, og Marjun tekur tey við úr Jansagerði til heimið hjá Mikkjali á Ryggi, og so sjálvandi eisini niðan í Kálvalíð. Marjun hevur verið ferðaleiðari í fleiri ár, og hesin túrurin er sera vælumtóktur.

– Um veturin fáa vit føroyskar fyritøkur og skúlanæmingar í hópatali. Men serliga á sumri koma nógv fólk á vitjan. Tað eru alskyns fólk, ið vitja, ung sum eldri og tey koma allastaðni frá, sigur Marjun.

Hóast Marjun er sera nøgd við lívið í Miðvági, so er tað væl hugsandi, at lítla familjan flytur aftur til Danmarkar.

– Eg hugsi sjálvsagt nógv um Djóna, tá ið eg hugsi um framtíðina. Gagnar tað honum best at verða í Miðvági, so verða vit her. Hinvegin, verða vit noydd at flyta, so gera vit tað, sigur Marjun, ið eisini hevur umhugsað at lisið víðari og fingið fleiri yvirbygningar.