Sigfríður Olsen
??????????????
Sjálvan valdagin fyri skjótt tveimum árum síðan gav Tjóðveldisflokkurin út eina vallýsing, har føroyska tjóðin á ein vanvirðisligan hátt varð býtt upp í tríggjar partar:
Hálvdansk - hálvføroyskt - føroyskt.
Á ymiskan hátt hevur Tjóðveldisflokkurin síðan roynt at vaska hendur, men hevur tað gingið so sum so við tí. Vit »hálvføroysku« eru í hvussu er púra samd við Katrini Dahl Jacobsen, at henda lýsing ikki bert minnir á, men harafturímóti er ein beinleiðis endurgeving av tí hugsjón, ein ávís fólkarørsla spýði úr sær í 30-unum.
Aftur til hetta valið verður hesin táttur tikin uppaftur. Nú av framsøgumanni Fólkafloksins í Andglettinum. Og ikki var tað tespiligt at hoyra.
Men hesuferð var tað ikki bara Óli, men sjálvur talsmaðurin fyri Hin føroyska Fólkaflokkin (radikalt sjálvstýri), ið úttalaði seg. Óhugnaligur boðskapur, kunna vit bert staðfesta.
Latið okkum tí halda fram við at stremba fram móti tí GÓÐA SAMFELAGNUM, tí har missa slíkar ódámligar hugsjónir gróðrarlíkindini.
Týsdagin 20. januar og tey komandi fýra árini hava vit møguleikan til tað!!!
Gott val.