Maðurin var ákærdur fyri millum annað at hava hótt tveir løgreglumenn eftir lívinum, tá ið teir handtóku mannin í sambandi við eitt harðskapsmál. Umframt at hótta teir báðar løgreglumenninar eftir lívinum, hótti maðurin eisini við at drepa familjurnar hjá løgreglumonnunum og at neyðtaka konurnar hjá teimum.
Harðligur við nærmastu familjuna
Hòttanirnar móti løgreglumonnunum og familjum teirra vóru gjørdar, tá ið maðurin fyrst í hesum árinum bleiv handtikin, eftir at hann hevði verið harðligur við eitt av sínum nærmastu skyldfólkum, sum er ein kvinna. Harðskapurin fór fram, tá ið skyldfólkið á náttartíð noktaði fyri at loyva manninum inn í húsini hjá sær, tí at hann var drukkin. Maðurin breyt tó inn í húsini, og tá ið kvinnan fór út úr húsunum, kom maðurin aftan á henni og rendi hana við andlitinum fyrst inn í húsagrundina, soleiðis at hon fekk skaða í nøsina. Fyri hetta var maðurin skuldsettur fyri serliga grovan harðskap.
Tá ið løgreglan kom á staðið, gjørdi maðurin mótstøðu, og neyðugt var at leggja hann í hondjørn. Tá ið komið var á politistøðini, var maðurin framvegis ikki sissaður, og løgreglumenninir mettu tað ikki ráðiligt at taka hondjørnini av manninum.
Bæði meðan handtøkan fór fram, undir flutninginum á politistøðina, og meðan maðurin sat í klivanum, førdi fram hóttanir móti løgreglumonnunum og familjum teirra. Í rættinum í gjár greiddu teir báðir løgreglumenninir frá, at talan ikki var um fyrstu ferð, at ákærdi hevði hótt teir, og at teir undir handtøkuni eisini høvdu gjørt skuldsetta varugan við, hvørjar avleiðingar hesar hóttanir kundu fáa.
Tann ákærdi noktaði ikki fyri, at hann hevði hótt teir báðar løgreglumenninar, men hann vildi verða við, at talan bert var um tómar hóttanir.
Eg havi hótt teir áður, men ongantíð gjørt teimum nakað. Eg havi eisini verið á politistøðini og sagt við teir, at tá ið eg eri fullur, veit eg ikki altíð, hvat eg sigi, og at eg einki meini við hóttanunum, greiddi maðurin frá í rættinum.
Hótti mann við knívi
Ein onnur ákæra, ið var reist móti manninum, var, at hann dagin fyri hendingina við hóttanunum móti løgregluni skuldi havt hótt ein annan mann, ið hann búði saman við, eftir lívinum við knívi.
Hesum noktaði maðurin seg sekan í, og í rættinum greiddi hann frá, at hann bert hevði sitið við køksborðið við knívinum og skorið sær kjøt.
Umframt hesar ákærurnar var maðurin eisini skuldsettur fyri saman við tveimum øðrum at hava smugla góð 439 gram av hash til Føroya við postinum stutt fyri jól.
Ákærin í málinum, Linda Hesselberg, kravdi í rættinum, at maðurin bleiv dømdur millum sjey og átta mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing, men dómarin valdi at senda mannin handan rimar í seks mánaðar, og maðurin tók við dóminum.
Maðurin hevur sitið varðhaldsfongslaður síðani hendingina fyri sløkum trimum vikum síðani, og eftir at dómur var sagdur, bað ákæruvaldið um, at maðurin skuldi beint inn aftur at sita, og hesum tók rætturin undir við.