Hálvur heimavøllur

Júst millum B36 og EB/Streym hava spælarar ofta ferðast, og tí var dysturin kanska eitt sindur serligur hjá summum av spælarunum. Saman við René Tórgarð, Fróða Clementsen, Mikkjal Thomassen og Egil á Bø, sum tó hevði leikbann hesaferð, hevur Levi Hanssen eisini spælt í B36, og sum hann skemtandi tók til á Rás2, so er talan hálvgum um heimavølli hjá teimum.

Um dystin helt Levi annars, at teir kundu vera so hampuliga væl nøgdir um úrslitið.

- Eg veit ikki, um tað er nøktandi. Sjálvandi eru vit keddir um, at vit ikki vinna dystin, men vit spæla ikki so væl, sum vit kunna.

Tit leggja tykkum langt aftur á vøllin eftir steðgin. Var tað fyri at halda leiðsluni?

- Tað er tað kanska. 1-0 er sjálvandi ein góð leiðsla í Gundadali, so vit avtalaðu, at vit skuldu halda meira upp á bóltin og dúva upp á kontra eftir steðgin. Men tá teir so skora, so mugu vit aftur fram.