Hámarksprísir á sjúklingahotellinum

Hámark verður nú sett fyri, hvussu nógv avvarðandi kunnu gjalda fyri uppihald á nýggja Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn.

Javnan kemur fyri, at gestir, ið hava samband við sjúklingar, gista í longri tíðarskeið á Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn. Reglan hevur verið tann, at um lækni hevur ávíst fylgjara, rindar fylgjarin 150 krónur um dagin fyri uppihald og kost, tó í mesta lagi 1.500 krónur um mánaðin. Einki hámark hevur verið fyri aðrar gestir.

Í sambandi við, at Sjúklingahotellið Tórshavn er flutt í nýggj hølir á Venøgade, hevur leiðslan í samstarvi við landsstýrismannin við heilsumálum, Karsten Hansen, gjørt av at broyta prísskipanina.

Ávístur fylgjari rindar hereftir 150 krónur fyri náttina, í mesta lagi 1.500 kr. um mánaðin.

Gestir annars rinda 600 krónur, í mesta lagi 6.000 krónur um mánaðin, og børn millum 12 og 17 ár rinda 300 krónur fyri náttina, i mesta lagi 3000 krónur um mánaðin.

Børn upp til 11 ár gista ókeypis.