Hópuppsagnir á Tvøroyri

Í gjár hava fleiri starvsfólk hjá Tvøroyrar Kommunu, fingið ætlanarskriv um uppsøgn

Tvøroyrar Kommuna er komin í álvarsliga klemmu, tí at inntøkan av skatti og øðrum er so nógv minni, enn roknað varð við tá ið fíggjarlógin varð samtykt.

Tí hevur býráðið verið noytt til at seta umfatandi sparingar í verk.

Stóri trupulleikin er tann, at frammanundan var onki sett av til íløgur í kommununi í ár og sostatt ber ikki til at spara við at útseta ella strika ætlaðar útbyggingar.

Av tí sama skal alt sparast í sjálvum rakstrinum og tað gerst ikki uttan at siga fólki upp.

Men ein stórur partur av útreiðslunum eru lógarbundnar, so sparingar skulu setast í verk á økjum, sum ikki eru lógarbundin.

Í hesum sambandi fingu fleiri starvsfólk hjá kommununi í gjár skriv um, at ætlanin er at siga tey úr starvi, ella um, at tey verða sett niður í starvstíð.

Tilsamans eru eini 14 fólk sett upp, umframt at nøkur eru farin niður í starvstíð.

Men øll arbeiða ikki fulla tíð og tilsamans er talan um níggju ársverk, sum verða spard burtur í kommunala geiranum á Tvøroyri.

Í onkrum føri er talan um fólk, sum hava arbeitt hjá kommununi í ein mansaldur.

Býráðið sigur, at í ár er ætlanin at spara 2,2 milliónir, men býráðslimir siga, at batna útlitini ikki, mugu enn fleiri sparingar setast í verk næsta ár.

Sparingarnar raka øll øki hjá kommununi.

Tekniska økið er hart rakt við fleiri uppsagnum, men eisini trivnaðarøkið er hart rakt. Eitt nú er frítíðarskúlin farin í helvt. Tað hava verið pláss fyri 40 børnum í frítíðarskúlanum, men hereftir verður bara pláss fyri 20 børnum og her verður tað børn í fyrsta flokki, sum fáa framíhjárætt.

Barnagarðurin á Tvøroyri er kanska tann einasti í landinum, sum hevur bjóða børnunum heitan mat á miðdegi, men tann tænastan er nú eisini spard burtur.

À býráðsfundi á Tvøroyri í gjárkvøldið førdi Jaspur Vang fram, at ein orsøk til, at Tvøroyrar Kommuna er komin í hesa ólukkuligu støðu, er, at fíggjarstýringin hevur verið ov lin.

Hann vísti á, at seinastu fýra árini er inntøkan hjá kommununi hækkað 1,2 millión, men sjálvur raksturin er hækkaður heilar 10 milliónir.

Bara umsitingin hjá býráðnum er blivin tríggjar milliónir dýrari hesi seinastu árini.

Kristin Michelsen, borgarstjóri, ásannar, at raksturin er “eksploderaður”, sum hann málbar seg.

Í hesum sambandi hava býráðslimir serliga heft seg við, at útreiðslurnar til barnaverndarøkið og tað, sum annars hoyrir undir sosialu deild, er hækkað ómetaliga nógv og býráðið fer í næstum at taka stig til at tálma tær útreiðslurnar. Í hesum sambandi skal fundur vera í næstum við leiðaran á sosialu deild fyri at kanna møguleikarnar fyri at tálma útreiðslurnar.