Hópur av fólki tók ímóti jólaskipinum

Ein hópur av børnum og vaksnum vóru savnaði til tiltakið við gamla handilin hjá Olivari í Runavík, tá ið jólaskipið legði at við bátabrúgvarnar mikukvøldið fyri jól

Jólahýrur

Tað var kalt í veðrinum, men turt og nossligt. Fólk høvdu sum heild latið seg væl í, og øll vóru í rættiligum jólahýri.
Tiltakið, "Gomul Jól í Heiðunum", er á hesum øki, sum hetta kvøldið var gjørt serliga hugnaligt við brennandi ljósum.
Spenningurin hjá børnunum var stórur, tá ið væl pyntaða jólaskipið - alt skrýtt við lýsandi perum ? stevndi inn í bátahylin, samstundis jólamaður og hjálparfólk hansara sendu upp fýrverk, ið lýsti upp vánna.
So hvørt, sum skipið nærkaðist, hoyrdust rópini frá jólamanninum, og nú kom rættiligur stemningur í stóru mannamúgvuna sum bíðaði.
Skipið legði at, og í land komu jólamenn, nissukona, nissugentur og nissubarn.
Øll komu tey niðaneftir bátabrúnni ? jólamaðurin við rópara, nissur við posa og nissur við guitara.
Við gamla handilin hjá Olivari hevði Runavíkar kommuna sett upp ein pall, har allar nissurnar fóru uppá at syngja og dansa fyri teimum mongu børnunum og vaksnu, sum vóru komin til tiltakið.
Undirhaldið á pallinum eydnaðist væl og við tað, at pallurin var rímiliga høgur, sást framførslan væl, hóast stúgvandi fult var av fólki.
Áðrenn jólamaðurin og hjálparfólkini hjá honum fóru avstað aftur við jólaskipinum, fingu øll børnini bomm og sleikisneisir.
Tiltakið vardi tað mesta av einum tíma.

Væl nøgd

Á Kunningarstovuni hjá Runavíkar kommunu eru tey væl nøgd við hetta fyrsta tiltakið av sínum slagi í fleiri ár.
- Tað eru eini 10 ár síðan, at eitt jólaskip seinast vitjaði kommuna, men nú ætla vit at fáa vitjan av jólaskipi hvørt ár.
Rannvá Troest heldur, at umhvørvið rundan um tiltakið riggaði sera væl, nú "Gomul Jól í Heiðunum" eisini er á økinum.
- Børn og vaksin, sum komin vóru í góðari tíð, kundu fáa sær ein drekkamunn, meðan tey bíðaðu.
Hon sigur, at tey umhugsa at útbyggja tiltakið til komandi jól, soleiðis at meira verður gjørt burtur úr løtuni, áðrenn skipið kemur.
- Vit kundu eitt nú hugsað okkum, at hornorkestrið var við og setti sín dám á løtuna, sigur Rannvá Troest.