Hørð nátt hjá politinum

Politiið hevur ikki havt frið eina løtu í nátt, so nógv var at gera serliga av fullum fólkum á ólasvøku.

Alla samla tíðina varð boðað frá fólki, sum antin vóru dottin og høvdu meitt seg og øðrum, sum vóru sovnað her og har í býnum.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at samarittarnir hjá Reyða Krossi hava verið til ómetaliga stóra hjálp bæði við at taka fólk upp, meta um skaðar og ringja eftir sjúkrabilum.

Klokkan hálvgum tvey í nátt leyp ein maður á sjógv, men hann kom upp aftur í øllum góðum.

Nakað seinni datt ein annar á sjógv uttan fyri tjaldið í Bakka. Ein annar vísti dirvi og leyp á sjógv eftir manninum, sum tá var stirdur.