Hörður Fannar Sigþórsson skal spæla við Kyndli

Mansliðið hjá Kyndli fær góðan styrk úr Íslandi næsta kappingarár. Hörður Fannar Sigþórsson, sum hevur spælt við Akureyri undanfarin kappingarár, skrivaði sunnudagin undir avtalu við Kyndil. Hörður er hávaksin og málsøkin strikuspælari, sum eisini er sera sterkur í verjuni.

 

Kyndil og Hörður eru komin ásamt um eina skilagóða avtalu, sum hevur við sær, at Hörður verður fastur fúsur á liðnum hjá Kyndli og annars virkin í borgarligum starvi. Hörður vildi fegin koma til Føroya nú, tí unnusta hansara, málverjin Fríða Petersen, aftur býr í Føroyum eftir at hava spælt hondbólt í Íslandi.

 

Spælandi venjarin hjá Kyndli, Finnur Hansson, og Hörður kennast væl, og at Finnur nú venur Kyndil, gjørdi tað lætt hjá Hörði at velja felag. Hann hevur spælt við HK í Kópavági og KA og Thór á Akureyri. Hesi bæði feløgini vórðu fyri seks árum síðan løgd saman í felagið Akureyri. Í tí felagnum hevur Hörður spælt 153 dystir og gjørdist ársins verjuspælari í fjør.

 

Íslendsku fjølmiðlarnir frættu herfyri, at Hörður var á veg til Føroya, at tá skrivaðu teir, at hetta fór at gerast stórur missur fyri Akureyri. So mikið størri man fongurin vera hjá Kyndli.

 

Greitt er nú, at aftrat Hörði verða Josef Abrahamsen, Hans Áki Dal-Christiansen, Finnur Hansson og Birgir Poulsen nýggir á mansliðnum hjá Kyndli næsta kappingarár. Frammanundan hevur Kyndil ein stóran evnaríkan hóp av yngri spælarum, sum stóðu seg væl í fjør eftir umstøðunum, ið tá vóru, skrivar Kyndil á heimasíðu síni.

 

.