Hørður skiftir til KÍF

Íslendski strikuspælarin hevur funnið sær eitt nýtt felag.

Hørður Fannar Sigtórsson hevur tey síðstu kappingarárini spælt við Team Klaksvík, men hevur nú skriva undir sáttmála við KÍF fyri komandi kappingarár. Hetta veit jn.fo at siga í dag.

Hørður er nú 36 ára gamal, og kom til Føroyar í 2012. Hann hevur spældi fyrstu tíðina við Kyndil áðrenn hann skifti til Team Klaksvík. Umframt hetta hevur hann eisini roynt seg í Týsklandi.