Hørpuríma: Ein fragd fyri sansirnar

Sjónleikarhúsið vísir seg frá sínum bestu síðum í hesum døgum, tá leikurin Hørpuríma verður sýndur. Øðrvísi uppseting, framúr góður tónleikur og dugnaligir sjónleikarar skapa eitt serligt upplivilsi

Hvat skalt tú kalla ein tílíkan leik? Ein sjónleik? Ein sangleik? Ein musikkleik? Tað er torført at geva Hørpurímu eitt heiti, men tað bilar einki. Leikurin, sum verður vístur í Sjónleikarhúsinum í hesum døgum, er ein framúr góð uppliving. Hann er øðrvísi. Og hann er eitt úrslit av einum fruktagóðum samarbeiði millum Hans Tórgarð sum leikstjóra og Búa Dam sum tónaskald.
Hesin seinni hevur sjálvur ein avgerandi leiklut í sjálvari søgugongdini. Hann er frásøgumaðurin, ið leiðir áskoðaran gjøgnum søguna. Hann er tann alvitandi maðurin, ið viðhvørt kemur í so nær áskoðaranum. Viðhvørt eitt sindur óbehagiligt. Kanska deiliga óbehagiligt. Hann dugir í øllum førum væl at siga frá, og tað er eisini neyðugt í hesum leikinum, har sagda orðið er sjáldsamt. Samskiftið millum sjónleikararnir fer nevniliga fyri tað mesta fram ígjøgnum ljóðføri.
 
Ein ferð gjøgnum Sjónleikarhúsið
Hørpuríma er søgan um tvær systrar, ið stríðast um mannin. Tann yngra fær hann. Tann eldra verður øvundsjúk, og druknar hina. Men beint áðrenn brúdleypið rísur tann yngra upp frá deyðum. Ævintýrið er ikki fitt. Tað er ein ræðusøga fylt við óndskapi og øvundsjúku.
Sjónleikarhúsið og Hørpuríma hoyra saman. Leikurin er nevniliga ein ferð gjøgnum gamla húsið. Áskoðarin situr ikki stillur. Hann verður noyddur at flyta seg frá rúmi til rúm. Frá síðupalli til høvuðspall til kjallaran. Tú ferðast frá trygga heiminum til sjóvarmálan og endar á havsins botni. Í hesum leiki, har rekvisittirnar eru fáar og palluppsetingin nakin, er ljóssetanin altavgerandi. Rós til ljósmannin.
 
Vakrir tónar
Høvuðsleiklutirnar verða spældir av tónleikarum. Báðar systrarnar spæla hvør sítt ljóðføri ávikavist fiól og tvørfloytu. Maðurin, tær stríðast um, spælir trombon. Tey tosa ikki. Tey spæla tað, tey skulu siga. Og áskoðarin skilur tað. Tú skilur ikki orðini men huglagið. Viðhvørt er onkur illur. Aðrar tíðir blíður. Kanska forelskaður. Ella lokkandi. Og hetta er kanska tað flottasta við leikinum. At tú kanst fortelja eina søgu við einum ljóðføri, so at øll kunnu skilja. Tónleikararnir eiga sjálvandi sín part av æruni, men tað er so sanniliga eisini eitt herðaklapp til tónaskaldið Búa Dam. Tónleikurin er nevniliga framúr. Vakrir tónar. Nøkur løg ganga aftur. Og tey eru ymisk. Bæði sálmar, tango og djassur.
 
Dugnaligir sjónleikarar
Ikki allir sjónleikararnir spæla tónleik. Har eru eisini vanligir tosandi leiklutir, og tað er kanska serliga her, at arbeiðið hjá Hans Tórgarði kemur til sjóndar. Hann hevur gott fólk at arbeiða við. Leikararnir eru allir ungir, men fleiri teirra hava longu drúgvar royndir, og tað sæst aftur. Ikki minst Hjálmar Dam, sum hevur eina ótrúliga karisma í leikinum. Tú vamlast næstan av hesum leiklutinum, sum við sínum starandi flytandi eygum minnir um senur frá klassiska Cubrick-filminum Clockwork Orange. Hjálmar dugir eisini at syngja. Tað visti eg ikki av.
Tveir aðrir dugnaligir leikarar eru Kjartan Hansen og Kristina Sørensen. Teirra stuttliga samanspæl er eitt kærkomið innslag í eini annars so syrgiligari ræðusøgu.
Har eru eisini onnur, ið spæla við bæði sum sjónleikarar og tónleikarar. Og tey gera tað gott. Tað er eisini neyðugt í hesum leiki, har alt má hanga saman fyri at skapa eitt sterkt huglag.
 
Djørv uppgáva
Tað má sigast at vera ein djørv uppgáva, sum Hans Tórgarð og Búi Dam hava átikið sær á sinni. At uppseta ein tílíkan leik, har sjónleikurin og tónleikurin ganga hond í hond, kann ikki bara vera sum at siga tað. Báðar listagreinarnar mugu supplera hvørja aðra. Haltar tann eina, tekur hon hina við í fallinum. Tað kann heldur ikki vera lætt hjá hesum ungu leikarunum at spæla tónleik og samstundis spæla sjónleik. Tað er í øllum førum krevjandi. Men tey megna tað. Øll somul. Hørpuríma er ein frálíkur leikur og er deiliga øðrvísi. Ein fragd fyri sansirnar.
Hørpuríma verður framførd týskvøld og mikukvøld klokkan 18 og 20. Pláss er fyri 45 áskoðarum.