Óhóskilig og ískøld kringvarpsleiðslu-dispositión

Landið er lítið, hevur drúgvan almennan yvirbygning, ofta verður lopið um, har garðurin er lægstur, stovnar gera royndir at leggja trýst á politisku skipanina fyri at fáa hægri játtan. Oftast hevur tað eydnast, men nú er ongin peningur at játta.

 

Morgunlesturin

Eingin ivi er um, at leiðslan í Kringvarpi Føroyar hevði í hugað at provokera seg til hægri játtan, tá endursendingin av morgunlestrinum varð tikin av skránni. – Í hesum føri lat tað seg ikki gera, tí landið var á veg út í búskaparkreppu.

 

Um hetta er kynisma ella egoisma av leiðslu kringvarpsins, er ilt at meta um.

 

Men tað tykist løgið, nú bæði landsins kommunur og sjálvur landskassin leggja rygg til at brúka tíggjutals milliónir fyri at geva eldri og óhjálpnum betri umstøður, er rakstur taldur við, er talan helst um 100 tals milliónir, at almenni public service stovnur okkara ikki unnir okkara eldra og óhjálpna liði 10 minuttir frá kl. 9.50 til 10.00 fyrrapart at sleppa at hoyra morgunlesturin meiri ómakaleyst í útvarpstólinum.

 

Vit, sum fara til arbeiðis til vanliga tíð, hava møguleikar at hoyra morgunlesturin kl. 7.10, meðan gomul og veik helst skulu hava eitt skoðbrá fyri at koma fram, og mong kanska ikki eru framkomin. Tey hava havt hesa løtuna at gleða seg til – fyri tey – ein hátíðarløta, sum tey meiri ómakaleyst fáa ígjøgnum útvarpstólið.

 

Endursendingar av endursendingum

Kringvarpið ger nógvar góðar sendingar. Men tá ikki er nóg mikið við endursendingum, men endursendingum av endursendingum, kann verða spurt, um upplýsingar- og mentanarvirðið av fleiri av sendingunum her.

 

Tað kennist sum kynisma at brúka morgunlestrarnar, tey gomlu og óhjálpnu, sum gíðslar í stríðnum, tá tað fíggjarliga ikki fæst at hanga saman.

 

Tað kann tykjast undarligt, eftir at so mangir myndugleikar, politiskir, kirkjuligir og nógvar áhetanir hava verið, at einki batar og málið varð bara tagt burtur og nú tykist sum tað bara rekur í sandin og fer alt meiri stillisliga aftur við borðinum.

 

Oftast hevur eydnast almennum stovnum at trýst politiska myndugleikan til meirjáttan, tí hann er hoknaður. – Men nú er eingin peningur, so málið loysti seg politisk sjálvt, meðan gíðslar gjørdust gomul og óhjálpin. – Hetta er óhóskiligt!

 

Uttan sum so, at hava nakað við málið at gera, havi eg spurt meg sjálvan, um hetta er prógv um vanligt demokrati! – Ella kann demokratiið kennast so kyniskt?