Seinasta vika var merkt av, at nýggir eigararnir høvdu tikið yvir bilasøluna Ivan Johansen Bilar við Hoyvíksvegin. Alla vikuna vóru t.d. góð tilboð upp á brúktar bilar.
Leygardagin var nakað til alla familjuna við t.d. pylsuvogni, hoppiborg og kaffi og køkum.
Onkur bilur var seldur á uppboðssølu, og sum nakað nýtt fingu tey sum keyptu nýggjan bil í viku 35 eina familjuferð til Danland við í keypinum.
Hetta var eisini í sambandi við, at 35 ár eru liðin, síðan fyritøkan varð stovnað.
Teir sum eiga fyritøkuna í dag eru: Jón Johansen, Pauli Waag, Sjúrður Johansen, Kristoffur Gaardlykke og Finn Rubeksen.